Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

HVAR ER FÍGGJARMÁLARÁÐHARRIN?

2020-06-21 14:39

Fríggjakvøldið varð søguliga stór eykajáttan samtykt á Løgtingi. Talan var um 2-300 mió. kr. í fleiri útreiðslum, harav bert umleið ein fjórðingur var orsakað av átøkum, ið hava við Korona at gera. Undir viðgerðini varð eftirlýst, hvar fíggjarmálaráðharrin var. Fyrst og fremst tí alt bendir á, at ongin fíggjarstýring er í landinum í løtuni – og hartil var landsstýrismaðurin ikki til staðar undir viðgerðini.

Í mjørkatáminum av Korona gerst tíverri greiðari fyri hvønn dag, at landsstýrið hevur slept øllum, sum hevur nakað við ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk at gera. Eykajáttanin, sum varð samtykt fríggjakvøldið, var bert eitt av fleiri dømum um hetta.

LANDSKASSIN HALL Í 2020 – UTTAN KORONA

Undan valinum ávaraðu vit um, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fóru at tøma landskassan. Men at tað skuldi ganga so skjótt, var óvæntað.

Frá at hava stórt landskassaavlop á 4-500 mió. kr. í 2019, so er eydnast landsstýrinum og samgonguni at venda hetta til hall í 2020 – enntá uttan broytingarnar orsakað av Korona.

Samtykta fíggjarlógin, saman við eykajáttanum, ið eru samtyktar og tøkar íløgujáttanir, vísa, at landskassin í 2020 longu hevur hall á 45 mió. kr.

Tá verður enntá sæð burtur frá øllum meirútreiðslum og minniinntøkum orsakað av koronastøðuni. Verða hesar tiknar við, væntast hall á 5-800 mió. kr. í ár.

At venda úrsliti landskassan hálva milliard skeiva vegin eftir 9 mánaðum – má vera met. Hetta er tíverri eisini greitt tekin um, at ongin kennir ábyrgd av fíggjar- og búskaparpolitikki landsins. Hetta má og skal broytast.


MET STÓRUR RAKSTRARVØKSTUR

Tað er neyðugt, at landið setur pening av til tey átøk, ið hava við hjálparpakkar og Korona støðuna at gera. Hesum taka vit fult undir við. Men av tí, at landsstýrið og samgongan, áðrenn Covid-19 virusið kom til Føroyar, hava samtykt eina fíggjarlóg fyri 2020 við metstórum vøkstri í landsins rakstri – ein vøkstur á uml. 330 mió. kr., svarandi til 7% vøkstur eftir einum ári, gerst tað enn meira týðandi at byrja at fremja ein skynsaman fíggjarpolitikk, skal alt tamarhald á landsins útreiðslum ikki missast. Tí má ansast serliga eftir teimum útreiðslum, ið ikki hava við Korona støðuna at gera.

Við samtyktum eykajáttanunum vaksa rakstrarútreiðslur landsins í 2020 nú við nærum hálvari milliard, svarandi til minst 10%.

Hetta samsvarar við tað, ið rakstrarútreiðslur landsins hava vaksið samanlagt yvir 3 ár undanfarnu árini.

MUGU VERA TIL REIÐAR TIL NÆSTU ALDUNA

Tað er eisini týðandi, at hugt verður longur fram enn til 30. juni. Samtykta eykajáttanin fevnir fyrst og fremst um mettar meirútreiðslur fram til 30. juni. Samstundis má landsstýrið fyrireika seg til, at neyðugt kann verða, at føroyska samfelagið fer aftur niður í ferð seinni í ár, og møguliga eisini komandi ár. Hetta veldst alt um gongdina við Korona smittuni, og nær koppingarevni verður veruleiki. Hetta ger tað enn meira neyðugt, at landsstýrið fremur skilagóða fíggjarstýring, soleiðis at vit eisini hava styrki og møguleika at veita hjálparpakkar og fremja serlig átøk seinni, um hetta gerst neyðugt.

LANDSKASSIN VÆL BJÁLVAÐUR FRÁ UNDANFANU ÁRUM

Vit kunnu tó fegnast um, at landskassin var væl fyri, tá núverandi landsstýri tók við.

Landskassin hevði stór avlop á íalt 1,5 milliard árini 2016-2019, og hetta varð brúkt til at minka landsins skuld og at spara upp í Búskapargrunni Føroya. Eisini var úrslit landskassans í fjør eitt avlop á 4-500 mió. kr.

Hetta ger okkum væl fyri at taka ímóti teimum fíggjarligu avbjóðingunum, ið Korona støðan gevur okkara landi og fólki. Men skal alt ikki fara fyri skeytið er neyðugt, at landsstýrið og samgongan byrja at fremja ábyrgdarfullan og skynsaman fíggjarpolitikk. Hetta er neyðugt, fyri at okkara fólk, vinna og samfelag koma trygt tvørtur um teir búskaparligu brotasjógvarnar, ið Føroyar og allur heimurin eru rakt av – og so rokningin ikki gerst óneyðuga stór eftirfylgjandi.


LANDSSTÝRIÐ MISNÝTIR KORONA STØÐUNA

Tað er átaluvert, at landsstýrið og samgongan hava slept allari fíggjarstýring og tykjast at misbrúka støðuna við Korona til at trýsta sera prinsippiell lógaruppskot og stórar ófíggjaðar meirútreiðslur (sum ikki hava nakað við COVID-19 at gera) ígjøgnum Løgtingið.

Heldur enn at royna at steðga lønarhækkingum, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sjálvur hevur undirskrivað og samtykt, átti hann at farið til arbeiðis fyri at tryggja, at heilsukreppan ikki eisini gerst ein búskaparkreppa.

Tí verður eftirlýst, hvar fíggjarmálaráðharrin er.

21. juni 2020

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna