Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Savnsmynd

Hvannasunds kommuna hevur goldið bæði SEV kaðal og tunnil

Tað var spennandi at hoyra Rigmor Dam fortelja í tíðindunum mánakvøldið kl.18, at tey høvdu sóknast eftir uppskotum frá tí privata, hvat Hoydalar kunnu brúkast til. Hon kundi fortelja um nógv spennandi uppskot, men at einki av hesum hevði eitt uppskot til fígging, sum lá uttanfyri fíggjarlógina.

Norðoyggjar eru helst tað økið í Føroyum, sum er best kent fyri at fíggja sítt virksemi privat. Umframt alt tað vinnuliga virksemi, so hava Norðoyggjar roynt at gjørt sítt til fyri at skapa trivnað og virksemi í sínum øki.

Eitt legg aftur í tíðina
Í seinnu helvt av 50unum vildi Hvannasunds kommuna hava SEV at leggja el-kaðal um fjallið og norður í Hvannasund. SEV ynskti ikki at gera hetta, men Hvannasunds kommuna gav ikki upp og bjóðaði seg til at rinda háspenningskaðalin, og soleiðis fingu bygdirnar norðanfyri streym og harvið ljós í 1963.

Nøkur ár seinni mátti kommunan aftur sanna, at landið ikki av sær sjálvum kom at gera ábøtur á infrakervið norðanfyri. Tí fíggjaði Hvannasunds kommuna 10% av tí, sum Landsverk kallar Hvannasundstunlinum, og Klaksvíkar kommuna tað sama av Árnafirðartunlinum.

Hesar báðar íløgur hava verið grundarlagið undir allari menning í økinum.

Í dag
Í dag 7. mars 2018 eru hesar báðar fortreytir, sum tá vóru orsøk til størsta framstig bygdirnar norðanfyri hava sæð, vorðnar størstu forðingarnar bygdirnar hava.

SEV megnar ikki við verandi háspenningslinjum at veita nøktandi streym til økið. Og tunlarnir frá 1967 klára ikki at svølgja ferðsluni.

Tunlarnir eru blivnir ein forðing fyri vinnuligum virksemi, javnbjóðis kapping, frælsi at keypa vørur og tænastur o.m.a.

Nú hava Viðareiðis og Hvannasunds kommunur aftur sæð skriftina á vegginum og hava sum eyðkenni fyri øki gjørt eitt uppskot, sum ikki tyngir fíggjarlógina.

Tá nú Rigmor Dam tekur móti uppskotum fyri fyri Hoydalar við ‘kyshånd’, og sigur, at best hevði verið, um tey høvdu privata fígging, tí at landið kann ikki fíggja hetta í løtuni, ja so man frøin vera stór í samgonguni, nú Viðareiðis og Hvannasunds kommuna hava funnið eina loysn á einum trupulleika, sum løgtingið hevur havt í útvið 30 ár.

Norðoyatunnilin kann finna fígging til tunnilin, og tá løguætlanin sigur, at tunnilin skal rindast (2021-2024), ja so fara pengarnir at rinda lánið. Ein winwin støða!

Landið heldur løguætlanina og økið norðanfyri fær hart tiltrongdu tunlarnar, sum vit hava bíða eftir útvið 30 ár.

Hallgerð Akurstein