Bíligar lestrar íbúður!
Hækka botnfrádráttin!
Barnakekk til barnafamiljurnar!

Nevndin í HUXA uttanfyri St. Hugh's college í Oxford

HUXA út í heim

Huxa Fólkafloksungdómur hevur um vikuskiftið luttikið á European Young Conservatives (EYC), frælsis ráðstevnu í Oxford, ið hevur savnað ungdómar frá øllum heimspørtunum – heilt úr Avstralia og Amerika.

Hugsjónin handan rástevnuna er: Free nations, free people and free market.

EYC er ein samansjóðing av konservatium liberalistum, og telur umboð úr 20 londum.

Ráðstevnan hevur bjóðað eitt høgt støði við politiskum innleggum við framúrskarandi røðarum, sum dagliga eru framtraðkandi ímyndir av konservativu rørsluni, granskarar og serfrøðingar innan liberalismu. 5 limir av Bretska Undirhúsinum luttóku á ráðstevnuni. Eisini tann víðagitni ES-skeptikarin Daniel Hannan, ið er umboð fyri teir konservativu í Evropa Parlamentinum var at hitta, har høvið var at leggja føroysku sjónarmiðini fram um makreltrætuna.

Fyrilestrar um retorikk av monnum, ið hava skrivað talur til ST og amerikanskar forsetar.

Okkara maður í løgtinginum, Hanus Samró, er eisini uttanlanda í hesum døgum. Hann umboðar Føroyar á árliga ST aðalfundinum í New York,  men hann hevur áður luttikið á ráðstevnuni hjá EYC.

Tað er umráðandi fyri okkum, at okkara limir fáa møguleikan at upplivað slíkar ráðstevnur, tí tað er sera læruríkt. Hóast vit eiga umboð í løgtinginum, er tað týdningarmikið fyri HUXA, at limirnir fáa innlit í politiska gerandisdagin, tí vit skulu hava fleiri umboð í løgtingið! Tískil skulu øll, ið eru áhugað í politikki, búskapar- ella samfelagsfrøði, vera vælkomin at gerast partur av politisku búningini.

Hanus Samró fær ágóðan av tí nú, men tað kann vera, at tú fær ágóðan av tí næstu ferð!

Til síðst, kunnu vit eisini endurtaka niðurstøðuna frá ráðstevnuni í Oxford:

Heimurin stendur  fyri stórum avbjóðingum, har fíggjarkreppa herjar. Tað er yngra ættarliðið, ið skal venda gongdini.  Tað er ungdómurin sum skal laga samfelagið, og ikki samfelagið,  sum skal laga ungdómin.

HUXA