Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hurrá, hurrá, nú kom tjóðveldið úr skápinum

Jan Christiansen 
 
Gleðiligt er at síggja, at tjóðveldið í Tórshavnar býráð nú vil hava skattin niður.

Fólkaflokkurin hevur leingi víst á, at skattatrýstið í Føroyum er ov høgt. Fólkaflokkurin megnaði frá árskiftinum at fáa broytt landsskattin, so munandi lættari er hjá vanliga húsarhaldinum at fáa endarnar at røkka saman.

Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð hevur somuleiðis leingi víst á, at kommunuskatturin eisini er ov høgur, men tosið hevur verið til fánýtis, tí tjóðveldi og javnaðarflokkurin hava hækkað skattin við 2%, ta tíðina teir hava rátt fyri borgum.

Men nú bragdaði, tjóðveldið gevur nú fólkaflokkinum rætt – skattatrýstið er ov høgt - , og vil lækka skattin.

Lat okkum beinanvegin fáa lækkað skattin við 1%, og í komandi valskeiði fáa skarvað enn eitt skattaprosent av. Tá verður skattatrýstið aftur tað, tað var, tá fólkaflokkurin hevði leiðsluna av kommununi.

Góði borgarstjóri, fá nú javnaðarflokkin at vakna, eins og tjóveldisflokkurin er, tí so kann eitt samt býráð verða við til at gera tað munandi betur at búgva í Tórshavnar kommunu. Tá vilja vit verða samd um, at fáa fólkið at støðast í kommununi, og tá kunnu vit fáa vent syrgiligu gongdini, har fráflytingin er størri enn tilgongdin.