Les meir á BjørgDam.fo
Finn meg eisini á instagram & Facebook!

Hundavinur í Javnaðarflokkinum

2012-11-12 17:12

Tað hevur verið nógv heitt á býráðslimirnar um at "bekjenna kulør" hvat viðvíkir hundamálinum í kommununi.

Hettar er eitt mál, sum eg taki í fullum álvara. 3 hvørt húskið í kommununi hevur hund, og tey gjalda skatt sum øll onnur.
Sjálvandi skula vit hava tilboð til hudaeigarar og virðiligt samstarv. Prógvað er, at børn sum eldri trívast betur, hava betur heilsu og koma meira út. Tí skal kommunan syrgja fyri virðiligum karmum. Eitt fríøkið niðri í miðbýnum er ein sjálvfylgja. Nógv eldri búgva har, vit vilja hava lív í – eisini hundalív .
Allir aðrir býir klára hesa uppgávu saman við hundafeløgum, tað gera vit eisini.


Les fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com

Bjørg Dam

Valevni Javnaðarfloksins í Tórshavnar kommunu.