Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Humanisma og fosturtøka er ein andsøgn

2019-07-31 00:20

Humanisma leggur dent á menniskjað, menniskjanslig evni, virði menniskjans og hámetir evni menniskjans at hugsa kritiskt. Tað hevði verið nógv meira sjarmerandi, ja og meira humanistiskt, um humanistar royndu at liva upp til hesa humanistisku kardinaldygd, at hugsa kritiskt.

Rætturin til fosturtøku er ikki ein javnstøðuspurningur, tí her er als ikki talan um eina støðu, sum bæði kyn kunnu koma í. Og argumentið um, at kvinnan skal sleppa at ráða yvir egnum kroppi, er fínt at krevja í øllum øðrum samanhangum, men gerst hyklarí, tá hesin serligi 'kvinnurættur' eisini í ávísum føri skal vera ein rættur til at taka lív frá einum øðrum kroppi. At kvinnan er meira fræls, tá hon hevur møguleikan - orsaka mítt mál - at drepa sítt egna barn er púra misskilt, tit! Hvat er hetta fyri ein tvístøða at seta kvinnuna í? Ein ræðulig ein! Tú gert hana ikki frælsa, men hetta ger, at hon følir seg noydda at taka støðu til nakað so ógvusligt sum at drepa. Hvat er hetta fyri ein samfelagsdagsskrá, vit í Vesturheiminum hava ognað okkum? Hvat er hetta fyri ein ekstremifisering av frælsishugsanini? Hetta tykist sum ein 'humanismupakki' á útsølu, sum vit í Føroyum vilja ogna okkum - ella noyðast at ogna okkum, um vit skula kunna vera mett ájavnt við onnur framkomin samfeløg. Tú kanst vera progressivur, vera fyri javnsetan av kynunum, javnsetan av ymiskum seksuellum orienteringum, rættvísi o.s.fr. uttan at vera fyri fosturtøku .... Ja, tað ber faktiskt til .... Har er onki framkomið við at drepa, ONKI!

Tað gagnetiska er nógv vandamiklari, enn tað ljóðar. Tað "etiska" í hesum samansetta orði, fær tað til at ljóða etiskt, og harvið rætt. Men sannleikin er tann, at tað gagnetiska botnar oftast í búskapi. Tað skal loysa seg peningaliga .... Hetta sæst aftur, tá ið læknar í útlondum eggja kvinnur til at avlíva børn teirra, sum m.a. hava Downs syndrom, Turner syndrom - ja, nú er talan eisini um børn við cystiskari fibrosu. Hetta gerst ein búskaparlig byrða, enn meira tá ið fylgjusjúkur og sjúkrameldingar frá foreldrunum koma av hesum sjúkum. Men tað, at hon og barnið kunnu gerast ein búskaparlig byrða, kann mann ikki siga við kvinnuna, sum akkurát hevur frætt, at barn hennara er sjúkt. Tí verður tað ballað inn í gagnetiskar orðingar. Smart! Hetta peningaliga er júst tað sum legitimerar gagnetikk, um vit skera inn á bein.
UM vit veruliga skulu meta alt í samfelagnum sokallað gagnetisk, júmen hvat gagnar so samfelagnum ein dementur persónur, sum er farin aftur í fosturstøðu og leitar eftir brósti, tí hesin ikki longur veit hvussu mann etur? Tann persónurin er ein byrða, og her vendist ikki aftur. Fyri summi kann hetta harumframt tykjast óvirðiligt. Burdi mann ikki bara avlívað hesi kostnaðarmiklu menniskju?

Tað er gott at kunna velja frítt, og tað er gott at hugsa, hvat gagnar samfelagnum. Men vit mugu hava nøkur mørk, og fyrsta markið eigur at vera, at vit taka ikki lív.

Tá hetta er sagt, so trúgv mær, tá eg sigi, at eg dømi ikki NAKRAN, sum hevur valt fosturtøku sum eina loysn. Men eg taki harafturímóti ómetaliga synd í tykkum, sum hava staðið við hesum sokallaða frælsa valinum. Vit menniskju gera sum samfelagið leggur upp til, vit fylgja samfelagsins normum og valdandi hugburði samfelagsins.
Tað átti at verið eitt toymi, sum aktivt kom inn í lívið hjá komandi mammuni beint eftir, at hon úttrykti iva um at eiga barnið. Eitt umsorganartoymi av serkønum, sum stuðlaði henni í barnsburðartíðini. Og eins og ljósmøðrar og sjúkrarøktarfrøðingar eru til reiðar at hjálpa mammu og barni á føðideildini, skuldi hetta toymið eisini staðið klárt hesa fyrstu tíðina eftir føðingina, sum kundi hjálpt nýggju mammuni í at taka støðu til, um hon skuldi havt barnið sjálv, ella um barnið skuldi farið til pápan ella fosturfamilju/ adoptiónsfamilju. Alt hetta skuldi sjálvandi verðið goldið av landinum. Og um hon valdi at hava barnið hjá sær, so skuldi pápin sjálvsagt goldið hóskandi upphædd regluliga - eisini um hann ikki hevði samveru við barnið.
Vit eiga sum samfelag og einstaklingar at hugsa longur enn bara um støðuna her og nú og hugsa etiskt - ikki bert gagnetiskt. Heimurin hevur prógvað, at pengar og sjálvsøkni hava hægri virði enn mannalív. Latið okkum í Føroyum vísa, at hetta kann gerast nógv betur. Latið okkum vísa eina konsekventa humanismu. Sjálv havi eg staðið yvir fyri møguleikanum, at kunna fremja fosturtøku, tí eg var sannførd um, at lívið hjá mær simpulten ikki var klárt at inkludera eitt annað menniskja. Ein ræðulig støða - og eg umhugsaði hetta veruliga. Tíbetur var ein dugnaligur gynækologur úti á Landssjúkrahúsinum, sum fráráddi mær hetta, og segði mær at mangt kann broytast uppá 7 mðr. Tað kann tað nevniliga, kenslur broytast, umhvørvið broytist og samleikin. Nei, eg var ALS ikki klár til at gerast mamma, tá eg sá tvær strikur á mínum graviditetstesti, Eg var alt annað enn klár! Men tað var eg 7 mðr. seinni, tá eg lá úti á føðideildini. Tíðin megnaði - eins og hon ofta ger - at broyta mínar tankar, mín hugburð og mínar kenslur frá nøkrum negativum til nakað positivt og faktiskt sera gleðiligt, ja og gagnligt ...

Lívið er løgið. Vit vita aldrin, hvussu tað útviklar seg. Vit hava ikki 100% ræði á tí. Men latið okkum dyrka tað, og elska øll sløg av lívum, bæði sjónlig, og tey vit ikki síggja. Latið okkum skapa góðar normar. Latið okkum fáa íblástur frá umheiminum, men sum menniskju við kritiskum sansi eiga vit ikki bara at plagiera umheimin.

Vinaliga,
Kristina D. Jarnfoss