Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Elsa Berg, valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu.

Hugsi eg bara um umhvørvi?

2020-11-08 23:17

Summi hava spurt meg, um eg bara hugsi um og arbeiði fyri umhvørvinum. Tað er ein viðkomandi spurningur, tí eg havi brúkt nógva orku upp á umhvørvi í valstríðnum. Men at velja meg, er ikki bara at velja eina sterka umhvørvisrødd í býráðið. Verði eg vald í býráðið, so fari eg eisini at arbeiða fyri:

- at vit fáa fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, ið fólk hava ráð at gjalda.

- at dagstovnaøkið verður uppraðfest nógv.

- at mentanin og listin blómar.

- at smærru ítróttafeløgini og ítróttagreinar fáa betri sømdir.

- at sálarheilsa verður uppraðfest, m.a. við at fáa sálarfrøðingar í fólkaskúlarnar.

- at Tórshavnar kommuna verður litfagrari.

- at tilboð og tænastur til tey eldru skulu betrast og skipast eftir tørvi. 

Tórshavnar kommuna skal vera fyri okkum øll; óansæð hvørji vit eru og hvat vit tjena, frá vit eru børn, til vit gerast gomul. Tí má kommunan inn í leikin at skipa fyri betri bústaðarmøguleikum, ið ikki eru ov dýrir at gjalda. Børnini í kommununi skulu hava bestu byrjan upp á lívið, og tí er tað eisini ein kjarnuuppgáva, at dagstovnaøkið verður uppraðfest nógv, soleiðis at betri umstøður eru á stovnunum. Tjóðveldi vil uppraðfesta normeringina á dagstovnaøkinum við minst 40 milliónum komandi 4 árini. Somuleiðis er tað av grundleggjandi týdningini, at tey eldru fáa bjóðað góðar tænastur og tilboð, sum kunnu lætta um gerandisdagin og lívsgóðskuna.

Tórshavnar kommuna skal verða kommunan, ið altíð setur mentanina og listina høgt. Okkara listafólk skulu hava góðar hølismøguleikar, og listafólk eiga at sleppa at prýða býin við teirra verkum. Tað skapar bæði trivnað og betri sømdir fyri tónleikarar og onnur listafólk, men sanniliga fyri okkara borgarar, tí vit vita, at fagurfrøði og mentan gera, at vit trívast betur. Sálarheilsa eigur somuleiðis at verða raðfest hægri, og her kann kommunan gera mun við at arbeiða fyri at fáa sálarfrøðingar í fólkaskúlarnar. Tórshavnar kommuna skal vera litføgur, m.a. við at stuðla uppundir Faroe Pride og LGBT Føroyar, ið ger eitt týdningarmikið arbeiði fyri javnrættindi og sálarheilsu hjá LGBT persónum.

Tórshavnar kommuna skal ikki bara vera grøn, men eisini fjølbroytt og litføgur!

Elsa Berg,

valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu