Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hugsanir um kreppur

2020-04-13 15:49

Tá ið vit skutu inn hetta nýggja áratíggið, mundi tað vera fáur, ið hugsaði, at øll planetin fór at steðga upp orsakað av einari pandemi. Uppá nakrar fáar vikur fór landið frá glóðheitum búskapi til fulla tilbúgving innan heilsuverk og ALS-kassin varð tikin í brúk til spenna net um tey, sum fyritøkur fyribils senda til hús.

Í tíðum sum hesum kann nógv henda, sum ikki hevði latið seg gjørt fyri tveimum mánaðum síðani. Stjórnir kring allan heimin fáa meira heimildir og kunnu nógv lættari trongja seg inn í privatlívið hjá fólki. Tað er alt ov lætt í hesum tíðum, tá ið óttin ræður. Tá kann ein stastleiðari siga, “Bara tit lata okkum meira vald, so skulu vit redda tykkum úr hesi kreppu”. Vandamikið.

Tað er eisini hugstoytt at hoyra føroyskar politistar av sínum eintingum biðja um heimild til at gera seg inná privatlívið hjá fólki. Gott at hetta ikki bleiv til nakað. Vónandi fær politið greið beskeð omanífrá at halda seg til sína uppgávu og lata vera við at spæla politiskir ráðgevar.

Fólk biðja og bøna um at fáa frælsisrættindi síni tikin burtur. Tí skuldi tað so lítið til, at okkara sárbæra frælsi varð tikið burtur í einari veikari løtu. Lat tað ikki henda fyri okkum, at frælsi fer á uppboðssølu.

Um vit bert redda einum mannalívi

Eitt av argumentunum fyri at stegða búskapinum er, at tað skal eitast at vera ómoralskt at hugsa um krónur og oyru, “Tí bara vit kunnu redda einum mannalívi, so er tað alt tað vert”. Slík argumentir eiga ikki at fara aftur við borðinum uttan at vit geva tí meira gætur. So leingi vit liva í einum heimi við avmarkaðum ressourçum, so er tað ikki líkamikið, hvussu vit brúka tær. Ymisk val av nýtslu gevur ymisk úrslit. Ongin veit júst hetta so væl sum fólkini í okkara sjúkrahúsverki. Dag og dagliga skulu torførar avgerðir takast, sum hava ávirkan fyri menniskjalív.

Fyri at taka eitt dømi. At gjøgnumføra eina hjartaoperatión uppá ein 80-ára gamlan mann kann kostar upp í milliónir, meðan somu pengar kundi eisini veri nýttir til at vaccinera fleiri hundrað børn í triðja heiminum fyri deyðiligar sjúkur. Tað er eyðsæð, hvat gevur meira. Hóast skurðviðgerðin gekk sera væl, fær tann gamli í besta føri nøkur ár afturat. Meðan úrslitið av vaccinering av børnunum gevur eina dramatiska effekt á lívsævina hjá børnunum. Tíverri, í veruliga lívinum skulu vit gera val eins og frával.

Men tað, sum hevur reddað flest mannalívum, er simpul vøkstur. Búskaparvøkstur hevur reist milliardir av fólki úr fátækadømi.

Hjálparpakkar

Vit hoyra nógv um hjálparpakkar í hesum døgum. Alt og øll skulu fáa ein hjálparpakka, um teimum tørvar tað. Búskaparfrøðingar her heima eins og úti í heimi tilmæla hjálparpakkar av alskyns slagi fyri at redda búskapinum. Hjálparpakkar kunnu t.d. vera kreppulán til fyritøkur, ið eru ávegis á húsgang, ella stórar pengaupphæddir fyri at seta ferð á búskapin.

Politikarar elska hjálparpakkar. Hvør politikari vil ikki sleppa at kenna seg sum ein hetju við at útskriva stórar hjálparpakkar? Tað eru nógvir trupulleikar við hjálparpakkum, sum gera tað ivasamt, um tað yvirhøvur hjálpir uppá búskapin.

Eitt er tíðin. Um ætlanin er at seta stór projekt í gongd, so er tað lítið sannlíkt, at pengarnir koma í brúk beinanvegin. Stórar verkætlanir taka fleiri ár at gjøgnumføra, tí vera flestu penganir ikki í umferð fyrrenn um fleiri ár. Viðlíkahald og at bøta vegakervið kundi givið forbrúk beinanvegin, men tað er bara meiningsleyst at seta arbeiði í gongd, um tað ikki ber til at fáa starvsfólk. Og byggivinnan er fult upptikin í løtuni.

Eitt annað er at hjálparpakkar og at bíða eftir hjálparpakkum skapar óvissu og óvissa slakkar ferðina á búskapinum. Fólk vita ikki, hvat liggur fyri framman og tískil halda tey uppá pengarnar.

Kreppan í 1929

Ein tann mest umfatandi búskaparkreppan nakrantíð er heimskreppan, sum byrjaði í Amerika í september 1929. Eitt stórt fall í virðisbrævamarknaðinum útloysti búskaparligar trupulleikar kring allan heimin. Tað, sum gjørdi alt so nógv verri, var, at kreppan í veruleikanum ongantíð helt uppat, fyrrenn seinni veraldarbardagi var liðugur.

Áðrenn kreppuna í 1929 var ikki vanlig hugsan, at landið skuldi blanda seg uppí búskapin. Tað vóru viðurskiftir, ið hoyrdu fría marknaðinum til. Uppíblanding frá landsins síðu var ikki ein traditión.

Sagt við orðinum hjá Alan Reynolds.

“Seint í 19. øld og fyrst í 20. øld helt eingin, at landið kundi ella skuldi gera nakað uttan at lata vinnulív og bankar sjálvt rætta upp uppá síni mistøk. Tað var eingin Keynesisk plan um at lána ella forbrúka okkum úr kreppum. Tað var eingin sentralbanki at veita kreppulán (bail-out) fyrrenn 1913, tá ið sentralbankin var stovnaður. Síðani hava kreppunar verið drúgvari (1920-21, 1929-33, 1937-38) og títtari enn áðrenn.”

Herbert Hoover, sum var forseti, tá ið kreppan byrjaði og fram til 1933, er vanliga hildin at hava ført ein laissez-faire politikk; tað er, at lata fríu marknaðarkreftinar ráa. Hann er ákærdur fyri at einki hava gjørt fyri at redda landinum úr kreppuni. Tað verður sagt, at Franklin D. Roosevelt (FDR) við sínum New Deal-politikki, sum loysti Amerika úr kreppuni.

Men, sum vit skulu síggja, so er hetta ósatt. Amerikanska stjórnin framdi eina røð av politiskum átøkum undir Herbert Hoover, sum FDR í stórum mun bygdi víðari uppá. Undir FDR hildu trupulleikarnir áfram, tað var ikki fyrrenn eftir kríggið, at Amerika kom úr kreppuni.

Ímeðan einki varð gjørt, fall arbeiðsloysið frá 9% í november 1929 til 6,3% í juni 1930.

Og so byrjar stjórnin hjá Hoover eina røð av stórum inntrivum í búskapin.

Hoover legði seg uppí samráðingar á arbeiðsmarknaðinum fyri at halda lønarstøði kunstiga uppi og gjøgnumførdi eina røð av politiskum átøkum. Í juni 1930 undirskrivaði Hoover “Smoot-Hawley Act”, sum setti tollin upp á tjúgutúsund útlendskum vørum og setti harvið ein kraftigan tollmúr upp kring Amerika. Umframt verjutoll vóru hesar átøk/lógir íverksettar:

Agricultural Marketing Act, 1930. Ein landbúnaðarnevnd varð sett á stovn, sum skuldi “stabilisera prísirnar” á landbúnaðarvørum. Við øðrum orðum at halda tær undir veruliga marknaðarvirðinum. Kanska onkur kemur at hugsa um tann føroyska Ráfiskagrunnin, ið skuldi stýra fiskaprísinum, men vísti seg at eina av høvuðsorsøkunum til, at Føroyar fóru á húsagang.

Davis Bacon Act, 1931, ið ásetti 8-tíma arbeiðsdag fyri fyritøkur, ið arbeiða fyri tað almenna.

Norris Le-Gaurdia Act, 1932, ið bannaði “yellow-dog”-sáttmálum við tí avleiðing, at øll vóru í veruleikanum tvungin til at vera limir í einum fakfelag.

Revenue Act, 1932. Nýtt til at økja um skattainntøkurnar. Flestu amerikanarar skuldu nú rinda dupult í skatt. Toppskatturin fór frá 24% upp í 63%.

Reconstruction Finance Corperation Act, 1932. At loyva kreppulánum (bail-out) til bankar, ið vóru um at fara á húsagang. Og at virka fyri lántøku í er tryggjað av statinum. Avmarkingar í kreditti avtikin.

Emergancy Relief and Construction Act. 1932. Tvær milliardir dollarar avsettir til “arbeiðsskapandi tiltøk”, sum í veruleikanum var tilvildarlig uppfunnin arbeiðir, oftani við lítlari meining.

Glass-Stegall Act, 1932. At loyva Federal Reserve (centralbankanum) at pumpa pengar inní búskapin og økja um inflatiónina.

Hetta mótprógvar pástandin um, at Herbert Hoover førdi laissez-faire-politikk. Átøkini, ið hann gjørdi, vóru risastór inntriv í búskapin.

Tann samlaða effektin av øllum hesum átøkum saman við “Smooth-Hawley”-tollverjuni sendi Amerika út í eitt stórt arbeiðsloysi. Í trý-og-tjúgu fylgjandi mánaðir frá 1932 og væl inn í tíðarskeiðið eftir at FDR gjørdist forseti, var arbeiðsloysið omanfyri 20%.

Restina av áratígginum var arbeiðsloysið altíð tvíciffrað; tað var ikki fyrrenn í 1941, at arbeiðsloysið fer undir 10%, fyri síðani at gerast metlágt fylgjandi árini. Tað var ikki New Deal, sum loysti arbeiðsloysistrupulleikan, ei heldur seinni veraldarbardagi.

Kríggj byggir ongan búskap, kríggj bara oyðileggur.

New Deal antivinnulív-politikkurin bleiv avloystur av “Dr. Win-the-War” politikki í 1941, tá ið Amerika fór uppí kríggið. Man setti alt inn uppá at vinna kríggið. Vinnulívið fekk lukrativar kontraktir við statin, ið garanteraði teimum vinning. Eisini vóru 12 milliónir mans sendir í hertænastu. Tað gjørdi stóran mun í arbeiðsloysishagtølunum. Við øðrum orðum, FDR droppaði “New Deal” og legði um til ein krígsbúskap. Við krígslok doyði FDR og Harry S.Truman gjørdist forseti. Truman royndi at seta í gongd aftur New Deal, men tá var undirtøkan í hansara egna flokki, Demokratunum, so lítil, at hann fekk ikki meiriluta til at endurbyrja New Deal.

Í 1920-21 var ein kreppa, sum ikki nógv fólk kenna til. Forsetin tað tíðarskeiðið var Warren G. Harding. Harding verður oftani mettur sum tann vánaligasti amerikanski forsetin nakrantíð, millum annað tí at hann brúkti sína tíð at renna eftir konufólki ístaðin fyri at blanda seg uppí búskapin, meðan tað var stórt arbeiðsloysi. Søgufrøðingar halda lítið um Harding, tí hann ikki økti um tað almenna forbrúkið. Beint ímóti ráðunum frá fleiri politikarum, so vóru almennu útreiðslurnar skornar niður í eina helvt og topskatturin fór frá 73% niður 56%. Varaforsetin Calvin Coolidge setti seinni toppskattin niður á 25%.

Arbeiðsloysið fall frá 11,7% tá ið tað var uppá tað hægsta, til 2,4% í 1923 tá ið Harding doyði. Tjúguni eru mett sum ein góð tíð í vesturheiminum; oftani verða tey kallað “The roaring twenties”.

Tað ber ikki til at gera laboratorium-kanningar, um hvat hevði hent uttan uppíblanding frá landinum, tá ið virðisbrævamarknaðurin krasjaði í 1929, men vit vita at arbeiðsloysið fall, meðan einki varð gjørt. Í 1987 var ein líknandi hending, sum kann nýtast til samanbering. 19. oktober 1987 verður kallaður tann “svarti mánadagurin”, tí tann dagin krasjaði virðisbrævamarknaðurin. Ronald Reagan, sum var forseti um tað mundið, gjørdi lítið og einki við støðuna, hóast miðlar og serfrøðingar spáddu um eina kreppu sum í tredivunum. Marknaðurin og búskapurin kom skjótt fyri seg og eftir tað fylgdu tjúgu ár við støðugum vøkstri.

Við hesum sum grundarlagi loyvi eg mær at vera sera skeptiskur um hjálparpakkar og uppíblanding frá landsins síðu. Politikarar kunnu enda við at føra okkum út í eitt áralangt arbeiðsloysi og í ringasta føri seta menningina av landinum fleiri ár aftur í tíðina, sum teir millum annað gjørdi við Føroyar í 80’unum. Tann kreppan og serliga støddin og langa tíðarskeiðið vóru fruktirnar úr Tinganesi.

Keldur

Sowell, Thomas. (2009). “Chapter 5 - The Past and the Future”. “The New Deal Ideal”, The Housing Boom and Bust.
Sowell, Thomas. Basic Economics, 2010.
Reed, Lawrence. Excuse Me, Professor: Challenging the Myths of Progressivism
https://fee.org/articles/the-strange-presidency-of-warren-g-harding/