Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hugleiðingar! Vupti, so sat hann aftur á sínum arbeiðsplássi

“Vupti! So sat hann aftur á almenna arbeiðsplássi.

Segði Hilmar Jan Hansen skemtandi um mannin, sum fekk ynski uppfylt um ikki at skula arbeiða restina av lívinum.

Og so flenna vit aftur.

Eg nýti høvið at dvølja vid prikið.

Er tað bara gamalt skemt, ella eru almenn arbeiðspláss ineffektiv?

Ein av orsøkunum til mín politiska lit og mínar hugleiðingar hesum viðvíkjandi, er partvís mín sannføring um, at effektivitetur og yvirskot er betri, har tú sum stjóri persónliga, á egnum pengapungi, merkir úrslitið av felagsavriki, tí tá blívur avrikið meira fjøltáttað eins og talan ofta er um serstaka stjórapersónligheit, og ikki sum í almennum høpi, har tú sum stjóri oftast fært ávísa rakstrarupphædd at arbeiða við fyri ávísa løn og uttan serligt eftirlit.

Og hesi viðurskifti gera mun á og ala upp ymsar stjóratypur, um man sum almennur myndugleiki ikki setir krøv til annað.

Eg havi hug til at bora eitt sindur í hesum, eisini í forleingilsi av orðaskiftinum um løgmannsrøðuna, har tinglimur heldur vildi viðgera mál, ið ikki vóru rokkin, enn sóla sær í framdum verkum.

Sonja citeraði ‘silvurdrongin’ og tosaði um at hyggja inneftir.

Vit kunnu tosa um mál sum yvirornaðan politikk og í hvønn mun tey eru rokkin, men vit kunnu eisini hyggja inneftir og tosa um umsiting, eindir, stjórar og starvsfólk og í hvønn mun tey økini verða best umsitin, tí í seinna enda er ein króna ein króna, og verður minni brúkt í almennari umsiting, verður meira eftir til annað, og meira verður rokkið.

“Tað kemur bak uppá meg, at tað ikki fyriliggja leiðreglur fyri ymsu viðurskiftini, og hetta fari eg at krevja í fíggjarnevndarviðgerð av landssjúkrahúsinum,” segði forkvinnan í samband vid løgmannsrøðuna.

Í minari verð er her talan um skipan av arbeiði. Harður kritikkur av so týðandi og stórum arbeiðsplássi, vildi eg meint.

Vit hava skiftandi politikkarar, skiftandi aðalráð og skiftandi stjórar, men hvør fylgir við, greinar og hyggur eftir hvussu arbeiðsplássini verða skipað og rikin reint bygnaðar- og starvsfólkaleiðsluliga?

Ella um vit fáa nóg mikið fyri umsitingarligu pengarnar?

Eg havi sjálv havt starvstíð á almennum arbeiðsplássi, uttan at havt kenslu av, at aðalráð hevði áhuga í dagliga stjóraleikluti, skipan av arbeiði, í gerandisdegi og rakstri, burtursæð frá at halda játtan.

Og tí blíva arbeiðspláss oftast ineffektiv, - eingin andar í nakkan í mun til leiðslupraksis, lok verdur lagt á, har tað prutlar á gólvinum, nøkur stinga í sekkin, onnur sløkna - meðan restin av starvsfólkunum gera sum tey plaga.

Bara groft sagt, undantøk eru.

Ynskiligt er við stjórum, sum starvsfólkið sær upp til, sum geva íblástur, sum bjóða av vanahugsan og rósa nýhugsan, tí vanlig umsitingarlig øki eiga at dagførast, bæði við atliti til sjálva uppgávuna, í sambandi vid rationalisering og eisini við atliti til tænastustøðið.

Og hetta hava starvsfólk ofta sjálvi boð uppá, har kultururin loyvir tí og har leiðslan bakkar upp um og virðismetir starvsfólkaeldhugan, og her hugsi eg ikki um løn, men um alt annað, sum liggur í góðum samskifti og sunnum relatiónum millum starvsfólk og leiðslu, og sum eggjar starvsfólki til konstruktivan starvshugburð.

Um vit ikki seta orð á, skifta orð um og seta krøv til stjórar og leiðslur, so verða standardirnir gjørdir av verandi praksis, verður siðvenja og alir upp stjóratypur - helst sum útbúgving og management, heldur enn persónligheit, leadership og størri framdrift.

Vit mugu hava bæði, og har talan er um tveir stjórar, er upplagt, at hetta verdur munurin.

Niðanfyri er eitt gott yvirlit yvir management og leadership - og yvir munin.

Við vón um, at vit øll fáa eyguni upp fyri hesum álvarsøki.

Og at skemtið um dovin almenn starvsfólk soleidis missir sín brodd.

image1.jpeg

Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn.