Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Huawei

2019-12-16 17:38

Nú hevur nógv verið tosa um Huawei í kjalavørrinum á lekanum av hasari samtaluni ímillum Helga Abrahamsen og Herálv Joensen. Og ákærurnar og fordómarnir flúgva í luftini. Men í mínari verð eigur man at spyrja seg sjálvan, hvat er høvuðspoengið í øllum hesum málinum.

Í mínari verð er høvuðspoengið ikki um at trúnaðarupplýsningar eru farnir út – vinarligast ikki misskilja; tað er sjálvandi eitt álvarsmál ið ikki eigur at koma fyri - men nú er kjarnan í málinum komin út, og vit verða noydd at fyrihalda okkum til tann veruleikan at okkara land stendur yvirfyri einum álvarsligum vali ið kann at hava sera álvarsligar fylgjur bæði fyri okkum og okkara eftirkomarar.

Tá ið sagt verður frá landsins hægsta myndugleika – løgmanni sjálvum – at vit ikki skulu blanda handil og trygdarpolitikk saman er tað, í mínari verð, at vera ógvuliga bláoygdur; tá ið mótparturin, í hesum førinum Kina, júst ger tað.

Lat tað beinanvegin verða sagt, at eg havi einki ímóti kinverjum, tvørturímóti, teir eru sera dugnaligir, fittir, blíðir, gløggir og arbeiðssamir, og eru eftirhondini langt frammanfyri okkum á sera nógvum økjum, og í hesum førinum tosi eg um fólkið í síni heild. Men vit eiga at minnast til, at Kina verður stýrt av einari totaldiktatoriskari elitu, sum undir leiðslu av Xi Jinping tey seinastu árini, ikki bara totalstýrir Kina og tí kinesiska fólkinum, men sum nú eisini vil innføra somu totalstýring yvir onnur lond, ikki minst í Asia og Afrika, men eisini aðrastaðir har teir sleppa framat. At trúgva tí, at kinesiski kommunistaflokkurin – sum er totalstýrandi í Kina – ikki eisini brúkar Huawei (Kwawey) sum sín forlongda arm, er eisini at vera ov góðtrúgvin. Væl eiga vit at vera góðtrúgvin yvirfyri tí góða, men vit mugu eisini síggja inn í eyguni, at vit liva í einum óndum heimi, og har óndskapurin ikki spyr eftir hvussu “góðtrúgvin” vit eru (jú hann faktist útnyttar okkara góðtrúgv), men hvussu ið hann (óndskapurin), kann fáa sín vilja framdan.

Og so er tað sjálvandi “marknaðaratgongdin”. Jú, vit vilja hava marknaðaratgongd til so nógvar marknaðir sum møguligt, og ikki minst heimsins størsta, sum helst er Kina í dag. Men um hetta er treyta av, at vit nærum selja okkara sál, við at geva Kinesiska kommunistaflokkinum – sum er eitt hákriminelt harkalið - ígjøgnum Huawei, fulla yvirvøku yvir øllum borgarunum í okkara landi, eins og teir gera í Kina, er í mínari verð ein ónd gerð at gera ímóti okkum sjálvum og okkara eftirkomarum.

Av tí at vit liva í einum demokratiskum samfelagi, vil eg koma við mínari meining, og heita á landsins myndugleikar um at hugsa seg álvarsliga um. Hóast okkara grannalond als ikki eru nøkur fyridømi í mongum førum, eiga vit og gera sum okkara grannalond í hesum førinum; frávelja Huawei sum 5G veitara.

Vinarligast
Dánial Gaardlykke