HPV-koppseting til dreingir

2019-07-05 15:53

HPV-koppsetingin kann minka um vandan fyri krabbameini.

Hetta tilboð eigur at vera fyri allar dreingir, ikki bara teir, sum hava foreldur, sum kunnu gjalda. Tøl úr grannalondunum vísa ,at fleiri dreingir verða koppsettir, hóast teir gjalda sjálvir.

Tølini vísa tó, at í Danmark eru tað í stóran mun dreingir í teimum ríku kommununum norðan fyri Keypmannahavn, sum verða koppsettir. Við ikki at bjóða HPV-koppsetingina til allar dreingir ókeypis, er sostatt vandi fyri at tað einans vera synir hjá vælbjargaðum foreldrum, ið fáa koppsetingina.

HPV er ein bólkur av vira. Tey vira, sum HPV-koppsetingin verjir ímóti liva serliga í húðini og rovuni kring kynsgøgnini og baktarmin. Hesi smitta við intimari kontakt. 

Upprunaliga er HPV-koppsetingin ætlað at fyribyrgja lívmóðurhálskrabba, sum í høvuðsheitum stends av áhaldani bruna við HPV. Aðrar krabbasjúkur, serliga krabbi í baktarmi, í munni og í hálsi eru eisini í ávísan mun orsakaðar av HPV.

Í dag fáa føroyskar 12- 27 ára gamlar gentur tilboð um ókeypis koppseting móti HPV. Áðrenn henda koppseting upprunaliga varð innførd var spurningurin hvørt bæði gentur og dreingir áttu at fáa tilboð um koppseting umrøddur. Niðurstøðan tá var, at um allar gentur tóku av tilboðnum var helst ikki neyðugt at koppseta dreingirnar, tí koppsettu genturnar ikki bóru HPV víðari. Hóast allar gentur hava fingið tilboðið um koppseting er ein rættiliga stórur partur av gentunum, sum ikki hava tikið av hesum tilboði. Hetta ger at dreingirnir ikki verða so væl vardir móti HPV, sum upprunaliga var hugsað. Harumframt fáa samkyndir dreingir ikki hesa verju, og er hetta ein av orsøkunum til tað royndartilboðið danska heilsuverkið bjóðar samkyndum dreingjum/monnum millum 15 og 20 ár. Tá hetta tilboðið varð sett í verk var metingin hjá heilsumyndugleikunum at koppsetingin er trygg at nýta til dreingir. Eisini var mett, at koppsetingin fyribyrgir krabbatilburðir orsakað av HPV. Við at bjóða HPV-koppseting til allar dreingir er sannlíkt at stórur partur tekur av, og fer hetta eisini at minka um vandan fyri HPV hjá teimum gentunum, sum ikki eru koppsettar.

Í Noregi er HPV-koppseting nú tilboð til allar gentir og allar dreingir  í 7.flokki, og ætlandi fáa dreingir í Danmark hetta tilboð í heyst.

Ætlandi verður hetta tilboðið boðið 12-17 ára gomlum dreingum í Føroyum í summar.  

Tað vendir ’sosialt rætt’ at bjóða hesa koppseting, so dreingirnir og foreldur teirra kunnu taka støðu til koppsetingina uttan at noyðast at lata fíggjarligu møguleikarnar hjá familjuni vera avgerandi fyri støðutakanina.

 

Vónandi taka føroysku dreingirnir og foreldur teirra væl undir við hesum.