Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Hoyvíkin skal hava felagshús við Hoyvíksvøllin

2020-10-16 15:56

 

 

Eg havi fyrr skrivað um hettar, og fari enn einaferð at nevna hettar. Havi sæð at síðani eg skrivaði mína grein, at fleiri onnur hava skrivað júst um tað sama. Hettar er sjálvandi gott at fleiri taka undir við ætlanini, og vísur at eg varpaði ljós á eitt hjartamál, sum fleiri onnur taka undir við.

 

Tórshavnar kommuna hevur sett 2,5 mió.kr av til at gera byggiskrá og projektering í 2021, og er hettar byrjanin til veruleikan, at eitt felagshús vónandi stendur klárt við Hoyvíksvøllin um ikki langa tíð. Eg fari í øllum førum at gera mína ávirkan á, at hettar húsið fær raðfesting, og at meira peningur verður játtaður í 2022, soleiðis at felagshúsið kann standa liðugt sum skjótast.

 

Hoyvík hevur tørv á einum felagshúsið, tørvur er at gera karmarnar til fótbóltin í Hoyvíkini í ordan, soleiðis at tey sum íðka hava umstøður til skiftingarrúm, goymslu, kontór og ikki minst felagshølið. Tað er alneyðugt at eitt tílíkt felagshús verður bygt, og tað má byggjast soleiðis at ein felags salur er í húsinum, við hóskandi umstøðum, soleiðis at ein veitsla/brúdleyp/ervi ella líknandi kann haldast har. Hoyvíkin hevur tørv á hesum felagshúsinum, tí eitt tílíkt hús skapar trivna og samanhald í økinum.

 

Eg fari at leggja sera nógvu orku í hettar felagshúsið, og tað er ongin ivi um at ein stemma til mín ger at felagshúsið gerst nærri einum veruleika. Eg fari at gera alt eg eri mentur at stríðast fyri at Hoyvíkin fær hettar húsið, sum vit longið hava bíða eftir.

 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin.