Býráðsvalevni í Havn

Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.

Hoydalar - ein bygd til eldri

2020-11-03 09:43


Eitt eldri par fer spákandi framvið teigunum í Niðaru Hoydølum og víðari út móti Boðanesgjógv og sjónum. Tveir grannar práta saman á svalanum. Eitt annað par ger seg til reiðar at fara ein gongutúr í viðarlundina millum angandi trø og trøllakambar.


Ímyndið tykkum Niðaru Hoydalar sum eina bygd til eldri fólk. Fantastiskt!


Tað er stór synd, at Niðaru Hoydalar liggja sum ein steindeyður spøkilsisbýur. Í fleiri ár er einki hent, men nú skal lív aftur í hesa friðsælu og náttúruvøkru perluna.


Hetta fantastiska økið skal gerast til eina bygd til eldri fólk. Við hesum geva vit okkara eldri virðiligar umstøður, og vit geva teimum samstundis eina tøkk fyri alt tað, tey hava gjørt fyri okkara deiliga bý.


Hoydalar eru eitt fantastisk øki, alt sum tað er. Her er slætt, atkomumøguleikarnir eru góðir, og økið er eldravinaligt at ganga túr í.

Í bygdini eru 100 eldraíbúðir umframt felagshøli - eitt nú til sang og filmleik - og høli til fótviðgerð, fysioterapi, ergoterapi og frisør. Gamli hugnin verður varðveittur, og sjálvur betongbygningurin tikin niður og nýtt bygt.

Umframt eldraíbúðir verða 20 íbúðir til barnafamiljur.


Pláss er eisini fyri okkara skapandi fólki, ið fáa góðar umstøður at virka og arbeiða. Soleiðis fær mentanin og listin eisini rúmd saman við teimum eldru.


Tørvurin á eldraíbúðum er stórur og skjótt vaksandi. Hoydalar - ein bygd til eldri fer at flyta Tórshavnar kommunu fram millum tær fremstu í Norðanlondum.


Her fara okkara eldru at savnast í vakrari náttúru og njóta lívsins heyst á hesum friðsæla bletti.


Einki verður bygt rundanum, tí alt er tíbetur friðað. Økið hevur sál og søgu. Fyrr vóru fólk við tuberklum her og seinni studentar.


Men øll henda søgan og alt hetta einastandandi økið stendur sum nú er bara tómt. Tað er synd.


Niðaru Hoydalar eru eitt tað náttúruvakrasta og friðsælasta økið í landinum. Nú er tíðin komin til at geva okkara eldri eina virðiliga loysn, sum veruliga munar. Eina loysn, sum eisini sýnir størstu virðin fyri tí fantastiska umhvørvinum, sum Hoydalar eru.


Hoydalar - ein bygd til eldri er ein stór ætlan, og hon krevur nógva fígging. Undirritaði hevur longu tosað við potentiellar privatar íleggjarar til verkætlanina. Harumframt skulu Bústaðir sjálvandi eisini bjóðast við uppí.


Við einum fermeturprísi á 22.000 krónur, kostar Hoydalar sum ein bygd við góðskuíbúðum til eldri samlað 242 mió.kr. Hvør íbúð verður 92 fermetrar. Landið eigur í dag bygningarnar og lendið, men tað skal kommunan keypa og síðani selja víðari við neyvum treytum um nýtslu til eldraíbúðir og hentleikar til aldrandi fólk. Íbúðirnar kunnu standa lidnar í 2023.


Tá ið tey eldru flyta inn í íbúðirnar, selja tey samstundis húsini - ofta stór hús við nógvum møguleikum og nógvum at halda. Hetta gevur barnafamiljum møguleikan at keypa húsini. Ein støða, sum gagnar øllum.


Latið okkum skapa eina spennandi bygd í Niðaru Hoydølum við góðum trivnaði.


Hesum fari eg at virka fyri, fái eg undirtøku frá tær og øðrum á valinum 10. novembur.


Høgni S. Reistrup
býráðsvalevni í Tórshavnar kommunu