Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hoydal: Sig mær, hví er vinnan kvirr?

2014-05-26 13:19

Aftur í ár skulu vit uppliva, at tann føroyska høvuðsvinnan og samfelagið alt situr og bíðar út í juni mánaða eftir, at nakrir samgongupolitikarar skulu býta – og bítast um – makrel og sild fyri milliardir út á reiðarí og skip. Hví elvir hetta ikki til harðlig mótmæli frá vinnuni og krøv um vit og skil og rættvísar vinnukarmar? – Tí ongin í vinnuni torir at at tala at, av ótta fyri at missa í politiska talvinum

Fiskivinnupolitkkurin hjá sitandi samgongu kann uttan iva best samanberast við, tá ið nýggjur pávi skal veljast í Rom. Eitt lið av kardinalum situr í einum herbergi í Vatikaninum og skal velja nýggjan páva.

Ongin veit, hvør er í uppskoti – tó at gitingar eru. Ongin veit, hvussu valt verður og eftir hvørjum kriterium. Og ongin veit, hvørji áhugamál og hvørjir valdsdystir fara fram handan múrarnar.

Uttanfyri á torginum stendur fólkið og umboð fyri øll tey, ið skulu liva við avleiðingunum og hyggja at einum skorsteini. Onkuntíð kemur svartur roykur sum boð um, at valdstelvingin innanfyri um okkurt uppskot, ikki hevur vunnið undirtøku. Men einaferð kemur so hvítur roykur: Einhvør niðurstøða er komin!

Soleiðis verður okkara høvuðsvinna og atgongdin til okkara virðismesta tilfeingi á sjónum stýrd í Føroyum í dag. Ja, enntá er tað meira afturlatið og tilvildarligt enn pávavalið í Rom. Tí ongin veit, hvør verður valdur at taka avgerðirnar, og hvør stendur til svars fyri tær. Onki torg er hjá fólki at eygleiða svartan ella hvítan royk úr Tinganesi. Og her fer tað fram á hvørjum ári.

Fólk kring landið hava fingið vátan vøtt

Á fimta ári situr nú øll fiskivnnan út í juni mánað og bíðar við bivandi hjarta. Hvør verður skipanin við makreli og sild? Hvat kunnu vit ger okkum út til?

Reiðarí og samtøk og hugað fólk, sum hava sæð ein møguleika at skapa vinnu og arbeiðspláss kring landið, hava undanfarin ár gjørt seg út. Kýtt seg og roynt at skipa møguleikarnar. Í Vági, í Hvalba, í Sandoynni, í Tórshavn, í Vestmanna, í Vágunum, í Eysturoynni, í Norðuroyggjum og aðrastaðni við.

Men tey hava fingið vátan vøtt, tá ið hvíti roykurin loksins kom úr Tinganesi. Her vóru nú gjøld og treytir og tilvildarlig býti kunngjørd, sum ongin visti um ella kundi laga seg til.

Bert tey, ið høvdu møguleika við egnum ella útlendskum kapitali at selja og manerera ímillum tilvildina við at keypa og selja skip við kvotum, høvdu møguleika at taka lut í vinnuni.

Hetta er bara ófatiligt, at nakar góðtekur slíka skipan. Og eitt bragd er tað, at fólk, ið hava verið fyri støðugum vanbýti, enn royna at at reka vinnu í Føroyum eftir hesum treytum.

Tig ella miss!

Og vit vita helst øll, hví ongin torir at mótmæla í vinnuni. Tí øll mugu royna at halda seg væl við politiska valdið – um ikki vandi skal verða fyri at missa møguleikar. Kappingin er um vælvild politikaranna, og tí er kvirt sum í grøvini um hesa vitleysu, órættvísu og óhaldføru skipan.

Hvar eru Reiðarafelagið? Feløgini hjá skipabólkum? Fiskimannafelagið? Meginfelag Útróðrarmanna? Føroya Ráfiskakeyparafelag? Felagið hjá peningastovnunum? Fakfeløgini í Føroyum? Vinnuhúsið?

Kvirrari enn kvirr, tíverri.

Fari staðiliga at heita á øll, sum umboða vinnuna í Føroyum – arbeiðsgevarar sum fakfeløg – um at bróta tøgnina.

Ítøkiligu boðini og politikkurin hjá Tjóðveldi

Ístaðin verður øgilig orka brúkt at seta spjaldur á og fordøma øll tey, ið hava víst á aðra leið. Ja, tá er tað sum maskinbyrsuskot frá vinnuumboðum og enntá frá Fiskimannafelagnum, sum vilja mála allar ræðuleikar fram, um nøkur broyting skuldi verið gjørd.

Vit í Tjóðveldi hava støðugt ført fram og lagt fram á ting:

Tey veiðirættindi og tað tilfeingið, ið vit sum tjóð eiga, skulu ikki seljast ímillum privat feløg. Tú kanst ikki selja tað, ið tú ikki eigur. Tilfeingið er ogn hjá øllum fólkinum og øllum komandi ættarliðum. Keyp og søla millum privat av politiskt útlutaðum fiskirættindum er bert spekulasjón við fólksins ogn, sum sýgur tilfeingisrentuna og stór tilfeingisgjøld úr vinnuni og samfelagnum – yvir til tey, sum fara úr vinnuni. (Tí hava vit eisini fýra ferðir lagt uppskot fram á ting um at seta bann fyri allari sølu av fiskirættindum og veiðiloyvum, og at ónýtt rættindi falla aftur til landið. Men tey eru tíverri feld hvørja ferð).

Tann, sum vil reka vinnu, situr eftir við ovurstórari skuld og kapitalkostnaði av at keypa frá øðrum. Útlendskur kapitalur leggur seg omaná øll veiðirættindi og tekur tann stóra vinningin. Í dag er stóru partur av øllum flotanum – bæði á heimaleiðum sum á fjarleiðum farin undir útlendska ogn og stýrin.

Og fiskimaðurin? Hann fær ikki eitt oyra, tá ið skip verða keypt og seld við veiðiloyvum í dag! Men hann rindar fyri tey gjøld, sum landsstýrið í dag leggur á tilvildarliga sum eitt annað skrivstovuveldi úr fortíðini.

Tí skulu vit fara frá eini skipan, har veiðirættindi verða lutað út politiskt og síðani seld og keypt í spekulasjón, til eina skipan, har landið bjóðar fiskirættindi út at brúka fyri ávís tíðarskeið – á einum gjøgnumskygdum, almennum marknaði. Ongin kann eiga ella leggja seg omaná fiskirættindi. Tú hevur tey til leigu ella til brúks eina tíð – og rættindini fella aftir til landið, tá ið tíðarskeiðið er liðugt. Eisini fella øll ónýtt rættindi aftur til landið.

Vit krevja, at bert feløg, ið kunnu prógva, at tey og allir eigarar eru skattskyldug í Føroyum og at ongin útlendskur kapitalur er stýrandi, kunnu taka lut í at bjóða seg fram at gagnnýta føroysk rættindi.

Vit krevja við lóg, at øll feløg skulu halda allar sáttmálar hja føroyskum manningarfeløgum og at ongin kann turka rokningina fyri veiðirættindi yvir á manningina.

Og sjálvsagt skal øll veiða bjóðast út í Føroyum, soleiðis at føroysk virki hava møguleikan at kappast um at fáa sum mest burturúr rávøruni.

Harafturat er okkara stovnsrøktarpolitikkur og krøv um at fáa alt tilfeingið til lands (sum vit hava lagt fram óteljandi ferðir á tingi) óbroyttur lutur í okkara politikki.

Sig mær, hvat er at óttast?

Á henda hátt kann tryggjast, at vinnan fær haldførar, varandi og gjøgnumskygdar karmar. Og at somu kappingartreytir og møguleikar eru hjá vinnulívsfólki kring landið at bjóða seg fram og virka.

Skiftið frá teirri verandi skeivu og tilvildarligi skipanini til ta nýggju skipanina, skal sjálvsagt gerast skipað og nærlagt. Royndarskipanir og ein líðandi almenn útbjoðing, har ivamál kunnu greiðast og óhepnar avleiðingar ella vantandi kapping kunnu fáast í rættlag, eru sjálvsagdar.

Eftir at hava hoyrt so nógvar útspillingar og snaringar av okkara politikki, vil eg fegin spyrja: Hvat er tað, ið okkara boði um broyting, sum fólk og vinna halda vera skeivt?

Høgni Hoydal