Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Høvuðstaðurin í Norðuratlantshavinum.

Ein livandi høvuðsstaður er ein fólkaríkur staður, har fólk í øllum aldri fylla býarmyndina.

Tað er ein býur sum er innbjóðandi og lokkandi, við pulserandi lívi, frá morgni til myrkurs. Bygningarnir eru bústaðir til fólkið, og gongufólkið eigur Gongugøtuna. Har eru vælvitjaðir handlar og matstovur. Konsert- og sjónleikarhús full og eitt blómandi listarumhvørvi. Mentanarstovnar, listasavn og bókasøvn við spennandi og avbjóðandi tilboðum.

Eitt universitet sum hevur lestrartilboð á altjóða støði, við einum slóðbrótandi, vinnufremjandi, nýskapanar- og íverksetanarstovni.

Tað er ein býur fyri øll, har ymiskleikin verður boðin vælkomin. Har børn og familjur teirra trívast og ungdómurin mennist og har tey eldru fegnast um lívið. 

Har er stutt til orðanna og samstarv millum politikarar og fakkunleika er ein sjálvfylgja.

Hetta skal vera okkara Tórshavn, tann býur vit vilja búgva í.

Rógvi á Rógvu 

Á lista E