Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hóttan heldur enn loysn

Nú verða sjúkar ljósmøður aftur hóttar av sínum stjóra. Samstundis, sum hann sigur seg ynskja eina loysn. Tað er løgin framferð.

Tá fleiri ljósmøður gjørdust sjúkar, valdi stjórin at draga tær í Fasta Gerðarætt. Gerðarætturin staðfesti, at vánaligu arbeiðsumstøðurnar hjá ljósmøðrunum sannlíkt vóru orsøkin til mongu sjúkraskrivingarnar. Síðan eru enn fleiri ljósmøður vorðnar sjúkar av ótolandi arbeiðsumstøðunum, sum bert eru versnaðar síðan gerðarættarmálið. Nú eru bert 25% av tøkum ljósmøðrum eftir til arbeiðis.

Heldur enn at loysa málið, og skapa eitt starvsstað har fólk trívast, so velur sjúkrahússtjórin enn einaferð alment at hótta tær, ið eru sjúkraskrivaðar. Hann kallar beinleiðis sjúkraskrivingarnar meiningleysar í miðlunum. Hann sigur seg fara at koma við onkrum tillagingum í vikuni, og so kunnu ljósmøðurnar gera upp við seg sjálvar, um tað er eitt stað tær ynskja at vera, ella ikki. At blíva við at vera sjúkrameldaður, tað gevur onga meining, heldur Johnny í Grótinum.

Hvar er virðingin fyri starvsfólki, ið gerast sjúk?

Og hvat munnu kommunulæknarnir halda um hetta?
Leggur stjórin teir undir at hava sjúkramelda meginpartin av einum fakbólki á Landssjúkrahúsinum uttan orsøk?

Viðvíkjandi komandi tillagingunum sigur stjórin, at hann hevur spurt sjúkrarøktarfrøðingarnar um loyvi at geva ljósmøðrunum ábyrgd av einum parti av barsilsøkinum. Stjórin sær onga andsøgn í, at ljósmøður, ið hava serútbúgving innan alt barnakonuøkið, ið er viðgonga, føðing OG barsil, bert skulu sleppa at virka innan alt serøkið teirra, um annar starvsbólkur loyvir tí.

Hvussu samsvarar tað við hvør eigur leiðslurættin á Landssjúkrahúsinum?

Í løtuni framleiðir Landssjúkrahúsið sjúkar ljósmøður, og einasta átak frá sjúkrahúsleiðsluni, ið endurtekur seg, eru hóttanir mótvegis hesum ljósmøðrum.

Vónin er, at stjórin heldur leggur alla orku sína í at finna eina virðiliga og varandi loysn til frama fyri føroysku barnakonurnar.

Ljósmøðrafelag Føroya
4. juli 2017