Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hótt við at flyta heim!

2013-08-28 21:49

Politiska støðan í Føroyum er óhoyrd. Men tað sum veruliga harmar meg, er tá eg síggi fólk, sum eg annars virði og dámi væl, hótta við at flyta av landinum (ella ikki flyta heim aftur), tí teimum ikki dámar politisku støðuna. Tað at politiska støðan er láturliga langt úti, merkir júst at ein ikki skal flyta. Fólk áttu at streymað til Føroya. Um ikki fyri at búseta seg fast, so bara fyri at vera við til at steðga hesum ørskapinum – tí vit kunnu lættliga steðga honum!

<b>Tú hevur valdið</b>

Herfyri sá eg eitt tingfólk, sum mær annars dámar væl, skriva at tað var skilligt, at fólk fara av landinum, tá politiska støðan er sum hon er. Sama dag sá eg fleiri onnur fólk siga, at tey vóru glað fyri at tey ikki búðu í Føroyum – og enntá ein siga, at viðkomandi var glaður fyri at fara av landinum nú. Hetta gjørdi meg keddan, illan og fekk eisini meg til at føla trongd til bara at geva upp – tí hví skal eg berjast fyri nøkrum, um øll kortini bara fara at stinga av? Hví skal eg gera nakað, tá alt er so negativt og uppgevandi?

Alt vald í Føroyum stavar frá okkum. Vit, fólkið. Vit, sum búgva í Føroyum. Og vit, øll vit, sum kenna okkum sum føroyingar kring allan heimin. Politiska skipanin, alt samfelagið, kann bara vera til ta tíð vit eru samd um, at samfelagið skal vera til – og at samfelagið skal vera sum tað er. Eru vit ósamd, veruliga, djúpt og inniliga ósamd, so kunnu vit broyta tingini. Vit hava sæð tað óteljandi ferðir fyrr og síggja tað aðrastaðni í heiminum – líka mikið hvussu sterk ein samgonga er, líka mikið hvar valdið sær út til at liggja, og hvussu skitin amboð tað brúkar, so kunnu fólk broyta tingini. Men tað krevur eisini, at vit vilja GERA nakað, fyri at broyta tingini. Vit kunnu ikki bara sita á Facebook, í kaffikrókum, og mutla um hvussu deprimerandi alt er. Vit mugu fara út, og vit mugu berjast. Og vit mugu minnast til, at næstan ongastaðni í verðini hevur hvør einstakur so góðan møguleika at gera mun, sum júst í Føroyum.

<b>Hetta gera vit</b>

Nú leygardagin 31. august byrjar stríðið endiliga. Kl. 14:00 verður eitt tiltak á vaglinum, sum Sosialistisk Ung, Unga Tjóðveldið, fleiri fakfeløg og umboð fyri vinnufeløg skipa fyri. Har kunnu vit øll fara út, óansæð politiskan lit, og saman siga eitt rungandi “NEI!” til hvussu málið um Skálafjarðartunnilin er handfarið, og hvussu lítla virðing politiska leiðslan vísir fyri fólkinum tey umboða.

Men tað er ikki nóg mikið. Fólk eiga at skriva til løgmann, til innlendismálaráðið og til allar løgtingslimirnar, og fortelja hvat vit halda um vantandi virðingina tey vísa okkum. Vit mugu steðga politikarum tá vit síggja teir, og krevja at teir taka ábyrgd. Krevja eitt svar. Vit mugu floyma miðlarnar við lesarabrøvum. Standa dag og nátt uttanfyri løgtingið og mótmæla (um vit eru før fyri tí). Vit mugu lata politikararnar vita, at vit ikki stuðla teimum, um teir gera hetta og at vit krevja eina broyting her og nú.

Vit skulu ikki geva upp. Vit skulu blíva ill; men kortini vísa at vit eru siðilig og hava eina loysn til málið. Vit skulu berjast fyri tí, sum vit meta er rætt og okkara. Og framum alt, vit skulu á ongan hátt bara stinga halan millum beinini, og loyva øðrum at misnýta og oyðileggja okkara góða, trygga, samhaldsfasta rættarsamfelag! Tí tað er ikki "skilligt" at fólk ikki flyta heim aftur sum støðan er. Nei tað er tað ikki. Slett ikki. Tað er skilligt um vit vísa at vit eru til. Tað er skilligt um vit siga hvat vit vilja. Tað er skilligt, um vit berjast. Tí vit mugu berjast, og vit mugu berjast nú.

Regin Berg,

Stjórnmálafrøðingur, pápi og ungur føroyingur