Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Holocaustdagurin er ein áminning um ógvusligt fremmandahatur

2015-01-27 15:56

Í 2005 lýsti Sameindu Tjóðir 27. januar til at vera almennan Holocaustdag. Hesin dagur verður hildin til minnis um øll tey, ið lótu lív undir nasistastýrinum hjá Hitler, og eisini øll onnur fólkadráp, frammanundan og síðani. Í Føroyum hava vit ikki almennan holocaustdag, men hesin dagur er við til at minna okkum á, hvat ógvusligt fremmandahatur kann hava við sær.

6 milliónir jødar, 1 millión romafólk, 250.000 fólk við sálarsjúkum og kropsligum brekum, 9000 samkynd og ein rúgva av politiskum mótstøðufólkum vórðu dripin av nasistunum og samstarvsfelagum teirra. Tað hava eisini verið fleiri fólkadráp síðani. Nevnast kann fólkadrápi í Kambodja undir Pol Pot, fólkadrápi í Ruanda í 1994 og aktuellu ræðuleikarnir í Irak og Sýria, har sigast kann, at Islamski Staturin førir eitt satt fólkadráp.

Jødar, romafólk og muslimar uppliva eina alsamt størri fremmandagerð og fremmandahatur í Evropa í løtuni, har víðgongdir politiskir høgraflokkar standa seg væl. Hesir flokkar føra herferðir móti etniskum og átrúnaðarligum minnilutum. Áðrenn nasistarnir komu til valdið í Týsklandi var landið í djúpari kreppu. Hetta gjørdi tað møguligt at finna ein felags fígginda. Kreppan styrkti hatrið móti serliga jødum, men eisini romafólki og øðrum minnilutum. Støðan tykist tíverri at endurtaka seg í løtuni, har víðgongdir høgraflokkar hava tikið seg fram síðani fíggjarkreppuna, sum brast á í 2007-2008. Aftur stendur fremmandagerðin sterk, har felags fíggindin tykist at vera muslimar, jødar, romafólk og aðrir etniskir minnilutar.

Latið okkum fordøma allan harðskap, mismun og fremmandahatur. Vit eiga at skipa okkara egna Holocaustdag, har vit seta sjóneykuna á fólkadráp og hvat ógvuslig fremmandagerð og fremmandahatur kann hava við sær. Hetta er eisini viðkomandi í Føroyum, og tað hevur stóran týdning, at politiski myndugleikin virkar fyri, at minnilutar her heima eisini verða virdir og gerast ein natúrligur partur av føroyska samfelagnum. Tí hevur tað týdning, at vit bæði í barnagarði og fólkaskúla læra um ymsar familjusamansetingar, átrúnaðir og mentanir, og seinni eisini altjóða viðurskifti. 

Tráin Petursson Nónklett
,
formaður hjá Unga Tjóðveldið
27-01-2015