Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

HOLOCAUST MINNINGHARHALD - grípandi løta


Kristiliga Tíðindatænastan v/Poul Jóhan Djurhuus - gjaranes@gmail.com - tlf: 228314

Hoyr innslagið á Kristiligu Tíðindasendingini á R7.fo

https://r7.fo/news/7753/kristiliga-tidindasendingin-61-vid-poul-johan-djurhuus

______________________________________

HOLOCAUST MINNINGARHALD

- grípandi løta

Leygardagurin 27. januar er altjóða dagurin til minnis um hópdrápini av Europeiskum jødum undir seinna heimsbardaga, vanliga kallað HOLOCAUST. Holocaust-dagurin varð eisini hildin í Føroyum. Tað var VINAFELAGIÐ FØROYAR-ÍSRAEL, sum skipaði fyri minningarhaldið í Løkshøll í Runavíkini næstseinasta leygardag.

Umleið 150 fólk vóru komin saman í Løkshøll kl.16:00, tá skráin fyri minningarhaldið byrjaði, sum innihelt felagssang, kórsang og søguligar framløgur. Fólkaskúlalærarin úr Fuglafirði, Jastrid á Dalbø, sum hevur holla vitan um Holocaust, hevði eina sera áhugaverda framløgu, og Bjørgfinnur Heinesen úr Gøtu, sum hevur búð í Jerusalem í eitt hálvt ár, greiddi frá søgu Ísraels upp ígjøgnum tíðirnar til dagin í dag.

Eitt satt hæddarpunkt undir minningarhaldinum var, tá kendi fióllleikain André Rieu trein fram á stórskýggjan við sínum stóra London-orkestri og framførdi sangin um Jerusalem “The Holy City.”

Eli Smith, sum skipaði eitt blanda kór, setti sín dám á minningarhaldið, tá kórið framførdi sangirnar “Sh`ema Yisrael” – “Kánans land” og “Go Down Moses.”

Ein av fyrireikarunum, Dánjal Poulsen, sigur, at dagurin var væl eydnaður, og at fólk høvdu fingið nakað at samtala um, tá bjóðað varð til drekka eftir minningarhaldið .