Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Høgni Hoydal tekur alt samfelagið sum gísla

Í tíðindunum í útvarpinum fríggjakvøldið gjørdi Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greitt, at hann fer ikki at brúka heimildina í verandi fiskivinnulóggávu til at leingja verandi loyvir í fimm ár. Hann segði somuleiðis, at Fiskimálaráðið hevur ikki fyrireikað seg til ta støðuna, at uppskotið um fiskivinnunýskipan ikki verður samtykt.

Í D&V kvøldið fyri segði formaðurin í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, at í løtuni eru ikki 17 tingmenn aftanfyri lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi, og at álitið kemur ikki aftur úr Vinnunevndini, fyrr enn uppskotið fær undirtøku frá í minsta lagi 17 tingmonnum.

Fráboðanin hjá Høgna Hoydal kann ikki skiljast øðrvísi, enn at hann noktar fyri at útinna sína embætisskyldu sum landsstýrismaður. Við hesum tekur hann politisku skipanina, vinnuna, manningarfeløg, ja alt samfelagið sum gísla.

Løgmaður hevur ábyrgdina av at hava eftirlit við, at landsstýrisfólkini umsita síni málsøki á fullgóðan hátt. Man má undrast yvir, at onki hoyrist frá løgmann, og at ongin fjølmiðil enn hevur spurt hann, um hann heldur, at hetta er í lagi.

Vit mugu ásanna, at tíðin er farin, til at tað ber til at fáa alt lógar- og regluverkið til eina so kollveltandi fiskivinnunýskipan klárt áðrenn 1. januar. Harumframt krevja myndugleikar og vinnan rúma tíð til at tillaga sínar umsitingarskipanir, so tær kunnu virka eftir eini nýggjari lóggávu.

Tí hava vit onki annað val, enn at framleinga verandi skipan og taka okkum ta tíð, sum tað tekur, at gera eina forsvarliga nýgga fiskivinnuskipan.

Vinnan hevur virkað undir verandi skipan síðan 1996, og tí er torført at skilja, hví tað skal vera ein trupulleiki, at vit lata verandi skipan halda fram í eina tíð, meðan arbeitt verður víðari við nýskipanini og at fyrireika umsitingina og vinnuna til at umsita eina nýggja skipan.

Anfinn Olsen,
reiðari