Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Høgni hevur eitt poeng – og Bárður gevur honum lóður...

2021-12-08 22:17

Løgtingið eigur at taka avgerðina um radaran

Sjúrður Skaale

Høgni Hoydal hevur í dag lagt eitt lesarabræv út um radaran.

Eg skal fyrst gera eitt greitt: Tað hevði ikki verið gott, um Tjóðveldi sat við uttanlandsmálum, nú avgerð skal takast um radaran. Tað, sum hevur verið sagt frá teirri síðuni (t.d. at vit skulu selja teimum, sum verja okkum, upplýsingar frá radaranum og soleiðis tjena pengar uppá at verða vard) er bæði óbúgvið og pínligt.

At brúka hetta álvarsmálið til at skapa eina so stóra konflikt við Danmark sum gjørligt, er ábyrgdarleys politisk spekulatión.

Og at Høgni í brævinum í dag umrøður føroyingar sum ”innfødd”, sum verða tøld við ”glasperlum” byggir á eina skeiklaða hugmynd um, at vit eru nakrir kúgaðir, óupplýstir og misbrúktir trælir við ongum rættindum. Tað er so langt frá veruleikanum, sum tað kann vera.

Hetta at gera okkum til offur, sum vit ikki eru. Aftur her er tað ideologiin, sum skuggar fyri veruleikanum. Og hann – veruleikin – er, at vit eru tryggari og ríkari og hava størri persónlig og demokratisk rættindi enn flestu onnur fólk á klótuni.

Søgan um allar milliardirnar, sum danir hava spart við at ”gera føroyingar til bumbumál” byggir eisini meira á ideologi enn á fakta.

MEN!

Høgni hevur eitt poeng tá hann átalar, at avgerðin um radaran skal takast av landsstýrinum í samráð við Uttanlandsnevndina, og ikki leggjast fyri Løgtingið.

Formelt, juridiskt er henda mannagongdin í lagi – sum m.a. Bill Justinussen hevur víst á.

Men politiskt er hon ikki í lagi. Tí avgerðin er stór, prinsipiel, og ger í veruleikanum upp við nakrar samtyktir, sum Løgtingið hevur gjørt áður. Tí eigur tað sjálvsagt eisini at vera Løgtingið, sum tekur hesa avgerðina. Og sjálvandi kann Løgtingið viðgera hetta prinsippmálið uttan at leggja trúnaðarupplýsingar út til blik!

Ikki tí - úrslitið hevði helst verið tað sama. Tað er lítil ivi um, at Løgtingið hevði sagt greitt JA til radaran.

Tí er tað óskiljandi, at landsstýrið og samgongan gera, sum tey gera.

Ein avleiðing av teirri afturlatnu mannagongd, sum verður nýtt, er eisini, málið fer at verða misbrúkt tey komandi árini. Sagt fer at verða, at føroyska fólkaræðið varð ”bypassað”. Og við mytum og konspiratiónsteorium fer ein mynd at verða málað, sum sigur, at føroyingar eru kúgaði offur uttan demokratisk rættindi.

Við øðrum orðum: Landsstýrið og samgongan geva ávísum kreftum politiskt lóður at nýta í mong ár framyvir...

Hvørjum tað gagnar máttu tey dugað at sæð.

Tekur Løgtingið avgerðina hevur hon nógv størri legitimitet, og málið kann ikki misbrúkast komandi árini.

Samgongan situr við einum vinnaramáli - men ger tað til eitt taparamál fyri seg sjálva...