Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hjálparpakki til kommunur, land og Føroya fólk

2020-04-28 10:28

Frælsi at liva, virka og trívast í Føroyum, vil geva meiri virksemi og betri búskap hjá kommunum, landi og fólki. Við verandi gongd, koma vit øll at rinda fyri hesu kreppu, tí hall Landskassans verður óivað stórt. Um vit øll vísa samfelagsábyrgd, so er tað ein hjálp til land og kommunur, - og í síðsta enda eisini ein hjálp til Føroya fólk.

Hjálparpakki til kommunur og land
Um fólk í kommunalum og almennum størvum eru fleksibul, so kann teirra tilfeingi verða gagnnýtt felagsskapinum at frama. Í hesi korona-sótt, hava tey konnunalt settu Í t.d. Randers Kommunu fingið at vita, at nú var undantaksstøða, og tí var neyðugt, at fólk eru fleksibul viðvíkjandi setanarviðurskiftunum. Sosialráðgevarar kunnu gerast vaskifólk á skúlum, tí neyðugt er við eyka reinføri, sálarfrøðingar kundu verða settir at ansa børnum, tí tørvur er á fleiri starvsfólki á ansingarøkinum og ergoterapeutar arbeiða sum heilsuhjálparar.  Eg veit um privatskúla í Danmark, sum hevur fingið bjóðað, at skrivstovufólk hjá kommununi kundu gera reint á skúlanum ókeypis.

Danir hava eisini torað at sett lóg í gildi, sum forðar fólki at taka frí, um samfelagið tørvar teirra arbeiðsorku, - og danir gremja seg ikki um hesi tiltøk, tí tey síggja eina meining í at halda vælferðarsamfelagnum uppi.

Henda smidligheit gevur kommunum og landi møguleika fyri at gagnnýta starvsfólki eftir, hvar tørvurin er í hesi undantaksstøðu, - hetta er ein hjálparpakki til kommunur og land, sum í síðsta enda er ein hjálparpakki til okkum øll. Um vit øll taka samábyrgd, so koma vit lættari ígjøgnum kreppuna.

Í Føroyum fáa út við 4.000 fólk útgjald frá ALS. Væntandi eiga fleiri av hesum børn og hava ikki arbeiði. Í hesi undantaksstøðu, kundi trýstið á kommunur verða linkað, um tey sum ikki veruliga hava tørv á plássi, lata tey sum skulu arbeiða hava fyrsta rætt til plássini.  

Saman vit standa, - ella?
Tá ein kreppa kemur av eini sótt, so koma vit øll í eina undantaksstøðu, har vit “mugu bróta upp um armar” og gera okkara besta til at, at Føroya land kemur ígjøgnum hetta best møguliga.  Hesin hugburður av samanhaldi og ósjálvsøkni merktiskt nógvastaðni, tá kreppan byrjaði. Fólk vóru villig til at ofra seg fyri onnur til gagns fyri felagskapin. Hetta er eitt av grundvirðunum og fortreytunum undir ein vælferðarsamfelagi. 

Men hvat skal til, fyri at vit standa saman? Standa vit saman fyri ein hvønn prís? Byggir hesin hugburður ikki á, at tað gevur meining fyri tann einstaka at vísa samábyrgd? At vit hava álit á okkara politikarum og síggja, at teir eru rættvísir og eisini standa saman við fólkinum?

Tað tykist sum um, at samgongan hevur valt at standa saman við teimum, sum koma úti frá til Føroya heldur enn at standa saman við okkum, sum frammanundan eru í Føroyum.  Hetta kennist órættvíst,  óloyalt og fjøtrandi fyri flestu okkara, sum her búgva. Hugurin til samhald er við at fara, tí fólkið í Føroyum merkir ikki, at politikararnir standa saman við okkum.

Hví hoyrist so lítið til aðrar tinglimir um handfaringina verandi støðu? Er tað meiriluti í Løgtinginum fyri, at Føroya fólk skal liva í skerdum frælsi?  Trýst elvir móttrýst.

Eg meti, at tað vil stimbra samanhaldi og samfelagssinnið í Føroym, um tvungið avbyrgt sóttarhald verður sett í gildið fyri tey, sum koma til Føroya. Tað vil sjálvsagt verða neyðugt við ávísum undantøkum sjúklingar og heilsustarvsfólk, sum ferðast vegna sjúku, men tryggar loysnir kunnu finnast til tey. Um tað er ein trupulleiki, at vit eru í danska kongaríkinum, so eiga loysnir at verða funnar hesum viðvíkjandi. Eg kann ikki ímynda mær, at danir hava nakað ímóti, at vit halda korona-smittuni burtur. Tað er ein sólskinssøga, at Grønland hevur megnað at halda smittuni burtur.

Um fólkið fær frælsi aftur at virka og liva í Føroyum, so eru størri sannlíkindi fyri, at hugburðurin verður jaligur fyri at hjálpa landi og kommunum og tað er ein hjálparpakki til tað almenna.

Saman vit standa, - um tað gevur meining.

Durita Krosstind Gregersen