Bjarni Kárason Petersen gjørdist valevni fyri Framsókn til løgtingsvalið 2015, og var við 135 atkvøðum valdur til varamann fyri flokkin. Hann er føddur í 1994 og hevur lokið students- og handilsskúlaprógv í Tórshavn. Hann lesur í løtuni bachelor í politik og umsiting á Aalborg Universitet, og er tískil ikki virkandi varamaður fyri flokkin.

Bjarni var formaður fyri ungmannafelagnum hjá Framsókn- Framsøkin Ung - frá august 2014 til juni 2016, men er enn virkin í felagnum.

Hann er frælsislyntur, og raðfestir frælsi fyri tí einstaka.

Persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi er grundarlagið undir politisku áskoðanini, og frælsi er grundarlagið undir hansara persónligu heimsmynd.

Tað er Bjarnasa sterkasta sannføring, at eitt frælst fólk, ein fræls tjóð og ein fræls vinna er vegurin fram fyri at tryggja vælferð og vøkstur í Føroyum.

HJÁLPARPAKKI II

2020-04-04 11:10

 Tað er ofta skilagott at vóna tað besta, men vera klárur uppá tað ringasta. Orsøkin til at vit fóru á val uppá fíggjarligt haldføri, var tann at vit av góðum grundum ikki kunnu vita hvat morgindagurin hevur at bjóða, og tí má mann seta av til framtíðina, ið altíð fer at vera merkt av óvissu. Tann óvissan er nú, og er tað eisini nú, at vit skulu seta inn.

Fyribils snýr tað seg um at halda fólk og vinnu yvir vatnskorpuna, inntil tað fer at grynna aftur. Í einari longri tíðarætlan snýr tað seg um at sigla Føroyar ígjøgnum búskaparligu brotasjógvarnar, ið heimurin kemur at uppliva komandi árini.

Hjálparpakkin - soleiðis sum hann fyriliggur - er eitt gott stig á leiðini, men vit kunnu gera meira. Stuðulsskipanin átti eitt nú at verið stigvís, soleiðis at hon rakar breiðari. Tað er ikki rímiligt at smáar og miðalstórar fyritøkur kunnu standa og fella uppá ein marginalan prosentsats á 50%. Vit mugu eisini stuðla eftir tørvi, ásannandi at tørvurin er sera ymiskur. Ein fyritøka má ikki snara lykilin tí at hon misti 49% av umsetninginum, heldur enn 50%.

Nýggju fyritøkurnar, sum hava brúkt nógvan pening uppá at starta upp, og ikki hava havt møguleika fyri inntøkur enn, fáa sum nú er ongan stuðul. Nógvar av hesum fyritøkunum eru í ferðavinnugeiranum. Íverksetarir sum ofta hava sett egna uppsparing í veð fyri at fylgja sínum dreymum sum sjálvstøðug vinnurekandi. Hesar fyritøkurnar mugu eisini fáa neyðuga hjálp, um teimum skal vera lív lagað.

Annars fara vit í Framsókn áhaldandi at fyrihalda okkum konstruktivt í arbeiðinum um at bjarga vinnulívið, arbeiðsmarknaðin og búskapin, nú farsótt herjar í Føroyum, og um allan heim.


Bjarni Kárason Petersen, Løgtingsmaður