Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hjálp til teirra, sum eiga børn við serligum tørvi!

2019-08-17 12:47

Tað er hart at fáa eitt barn, sum vísir seg hava serligar avbjóðingar.

Fyri tað fyrsta eru tað sorgin og skelkurin um, at barninum bagdi eitthvø rt. At ta ð ikki varð jú st sum hini. At ta ð ikki varð júst, sum væntað.

Men afturat hesi torføru støðuni leggja vit mangan stein omaná byrðu, tí skipanirnar, sum eiga at stuðla og avlasta hesi mangan sperdu foreldur, eru alt annað enn lættar at fáast við.

Vit hoyra aftur og aftur foreldur greiða frá, hvussu tey mugu stríðast við myndugleikarnar um ymiskt, sum teimum tørva, og sum tey eiga rætt til.

Vit hava hoyrt um stríðið fyri at fáa hó skandi pl áss í bæð i barnagar ði, skúla og eftir skúlatíð ina. Um str íðið at finna hóskandi bústað ella fyri at fáa ta avlastingina, sum kann veita teimum ein alneyðugan skáa í krevjandi gerandisdegnum.

Vit hoyra, hvussu hjá lpin í dag ikki er nóg fullfíggjað, og at kunningin um hvat tey hava rætt til, er alt ov vánalig.

Hetta mugu vit rætta!

Javnaðarflokkurin vil víðka tilboðið »Tann góða tilgongdin«, sum í dag er til bø rn vi ð autismu, til at fevna um ø ll b ørn, sum hava ella fáa brek ella varandi sjúku.

Tað er alneyðugt, at øll foreldur í hesi torføru støð uni f áa skjóta og holla ráðgeving, og at tey fáa eina heildartænastu, sum veruliga lættir um, og sum tey ikki skulu stríðast fyri.

Ø ll b ørn hava onkrar eginleikar, førleikar og styrkir. Men umstøðurnar og skipanirnar mugu vera smíðað ar solei ðis, at tey ø ll f áa brúkt evnini, tey hava. Tað er avgerandi fyri lí vsg óðskuna og menningina hjá tí einstaka – og í longdini er ta ð jú eisini nógv betri fyri samfelagið.

Tí avleið ingarnar av at liva í eini vónleysari støðu – uttan skúlatilboð, uttan arbeiðstilboð, heima hjá foreldrunum - eru dýrar. Fyri tann einstaka, fyri tey avvarðandi og fyri samfelagið.

Vit skulu skipa fleiri skúlatilboð og fleiri bústaðir – vardar ella partv í s vardar, so menningin ongant íð verður avbrotin, men støðugt heldur fram, eins og hon ger hjá okkum øðrum.


Kjarnan í javnaðarhugsjónini er, at ø ll b ørn skulu fáa somu møguleikar til eitt gott lív, sama hvat útgangsstøð i tey hava.


Vit kunnu ongantíð taka burtur ampan, sum foreldur hava um síni børn. Men vit kunnu minka munandi um krevjandi uppgávuna og strevið hjá teimum, ið eiga bø rn vi ð serligum avbjóðingum, um vit lurta eftir teirra upplivingum og broyta skipanirnar, so tær heldur enn at veita enn størri ø rkymlan í staðin veita góða og tiltrongda hjálp.

Javnaðarflokkurin vil birta vónina hjá hesum børnum og foreldrum teirra - heldur enn at køva hana.

Djóni Nolsøe Joensen , valevni fyri Javnaðarflokkin