Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hevur vinn – vinn ætlanin brúk fyri einum bjargingarvesti?

2013-07-05 22:47

Fyri nøkrum vikum síðani, tók lívligt kjak seg upp um Skálafjarðatunnulin. Hetta tá ið landstýrismaðurin í innlendismálum skuldi undirskriva avtalu við útlendskt felag, um bygging av tunli millum Skálafjørðin og Streymoynna.

Skuldsetingar so sum ivasom heimild, hóttan ímóti fólkaræðnum, lumpan og lirkan hjá einari leysari missil í tinganesi, fyri at nevna nakrar, hava fokið runt í luftini seinastu dagarnar, nú tingið ikki skuldi viðgera hesa stóru íløgu.

Landstýrismaðurin hevur síðan broytt hugsan, sum eisini er skilagott, og vil hava tingið at viðgera hesa verkætlan eftir Ólavsøku.

Var sjálvur ein av teimum, ið helt, at málið átti at verið viðgjørt í tinginum.

Men hvat hevur landstýrismaðurin gjørt skeivt, sum tingið ikki er vitandi um?

At samráðingar hava verið við áhugafeløg og í trúnaði, dugi eg ikki at síggja nakað skeivt í. Alt annað hevði eftir mínum tykki, verið løgið.

Søgan um Skálafjarðatunnulin byrjaði í 2002. Í hesum tíðarskeiði varð arbeitt við at finna ein leist, ið skuldi góðkennast av løgtinginum.

Uppskot til samtyktar, um eina privata tunnilsloysn, varð samtykt 30. apríl 2007.

12. mai 2010 samtykti løgtingið løgtingslógaruppskotið, og lógin varð lýst 26. mai 2010.

Á fíggjarlógini fyri 2012 og 2013 er peningur settur av, til at arbeiða víðari við eini privatari tunnilsloysn millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy.

Kann ikki minnast, at tey , ið nú mótmæla, mótmæltu, tá ið hesin peningur varð avsettur av fyrstantíð.

Hetta er ikki serliga álitisvekjandi fyri okkara politisku skipan. Samdur ella ósamdur um leistin er líka mikið. Vit hava verið vitandi um, at landstýrismaðurin hevur arbeitt við málinum, og vit hava játtað peningin.

Tað hava verið meira enn tann eini møguleikin, at komi við alternativum loysnum. Ella roynt at steðga landstýrismanninum við arbeiðinum, um tað var tað man vildi.

Hví andstøðan, ella tey, ið eru ímóti, nú leypa upp úr stólinum, kann einans vera tekin um, at onkur hevur sovið í tímanum.

Tey seinastu fimti árini hava vit gjørt tunlar, fyri at menna samfelagið. Leisturin hevur verið ymiskur: Frá at játta nakrar fáar krónur at arbeiða við um ári, til at stovna almenn partafeløg, og nú privat partafeløg. ” Kvørt til sína tíð”.

At hetta er ein idiologiskur spurningur, um samferðslunetið skal verða alment ella privat, kemur týðiliga fram í kjakinum í hesum máli. Einki skeivt í tí, hvør hevur rætt, ella besta boðið, valdast eygað, ið sær.

Vit koma ikki uttanum, at hetta er ein milliardaíløga, ella stórsta verkætlan í Føroya søgu, ið ikki hevur nakað sum helst garanti. At avkastið fær heilarytmurnar at skelva, er tað sum tað er. Vit eru ikki ósamd um, at hetta er eitt avkast, sum vil nakað.

Men tá tað er sagt, er kostnaðurin av verkætlanini, og talið av bilum, ið koma at nýta tunnilin, ókent.

Ein íløga sum hendan, við alternativum møguleika, vil altíð hava ein stóran váða við sær. Tí er mín pástandur, at prísurin at koyra ígjøgnum ikki verður ávirkaður av, um tunnilin er almennur ella privatur, sum ført verður fram.

Tann fulla nyttan, ella nær tú rakar prísin, ið gevur mest ferðslu, vil altíð verða tað, sum stýrir prísinum. Øðrvísi er, tá tú bert hevur eina farleið, sum vit kenna til. Tá kanst tú spæla tær við prísum. Alternativa farleiðin vil altíð verða ein kappingarneyti.

Tað sum andstøðan nú leggur fyri dagin, er eitt alment partafelag. Einki skeivt í almennum partafeløgum, tey hava eisini sínar sólskinsøgur. Men hvussu hetta felagið skal blíva ein sólskinsøga, fáa vit nokk meir at vita um, tá málið kemur fyri tingið.

Tá talan hevur verið um alment partafelag í samferðslu høpi, hava Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verið tvey týdningarmikil aktiv, sum kunnu brúkast, sum eitt beinleiðis kassapparat. Men í uppskotinum hjá Bjørt Samuelsen og Axel Johannesen eru teir ikki nevndir.

Tí er onki løgið í, um spurningur verður settur við vinn-vinn støðuna hjá Bjørt Samuelsen, um brúk verður fyri einum bjargingarvesti.

Vágatunnilin, ið er liðugt afturgoldin í 2017 og Norðoyatunnilin í 2020, kunnu við sínum knapt 4000 bilum um samdøgni vera við í einari langtíðarætlan hjá Bjørt og Axel. Hetta er ein góður bjargingarvestur at hava.

Tá eg ikki havi sæð uppskotið hjá Axel Johannesen og Bjørt Samuelsen, er tað skeivt at skjóta tað í senk. Men havi verið ivasamur, tá talan hevur verið um almenn partafeløg í samferðslukervinum.

Um tað er samhaldsfesti fyri øðrum pørtum av samfelagnum vit vilja náða, er týdningarmikið, at øll rinda eitt ella annað gjald, so ella so. Tað gera vit í dag við fleiri av almennum skipanum, men ikki við einum tunnilsgjaldi á nøkrum útvaldum tunnlum.

At útjaðarin, ið hevur tað nóg trupult mótvegis miðstaðarøkinum, skal rinda fyri komandi tunlar, ger ikki støðuna meira ynskiliga, hvørki hjá einstaklingum ella vinnulívi at virka í.

Fyri ella ímóti? Eri samdur við landstýrismanninum í, at fær leisturin, sum arbeitt hevur verið við, ikki undirtøku, er stórur vandi fyri, at ætlanin dettur á gólvið. Um tað verður eitt alemnt partafelag við nøkrum útvaldum tunnlum, ið bjargar leistinum, fer tíðin at vísa.