Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hevur Sambandsflokkurin mist síni sosialu virði burtur?

2014-06-03 20:31

Tað eru javnan atfinningar móti Sambandsflokkinum, at flokkurin hevur mist sín sosiala profil, og er farin ov langt til høgru. Hetta stendur annars í andsøgn við tey kjarnuvirði, sum Sambandsflokkurin ynskir at viðlíka­halda og menna.


Átøk eru gjørd í samgonguni, ið kunnu tykjast at vera í so høgravendar. Her kann nevnast dømi sum lækkingar í persónsskattinum og skatting við inngjald av pensjónum í 2012. Ja, borgarlig átøk eru gjørd, ABH samgongan er, tá alt kemur til alt, ein liberal og borgarlig samgonga, og hetta meta vit í Ungmannafelagið Samband eisini er tann rætta leiðin at fara fyri Føroya land. Men har til skal heldur ikki leggjast ímillum, at Sambandsflokkurin má og skal verja og skapa trivna millum ung sum eldri í okkara samfelag.

Ungmannafelagið Samband metur ikki, at Sambandsflokkurin far nokk kreditt fyri alt tað ið veruliga er gjørt á tí sosiala økinum, hetta dettur ofta burtur í øðrum politiskum orðaskiftum um onnur politisk mál, t.d. skattlækkingar, skattingar av pensjón, tunnilsmálini og onnur mál.


Tey átøk, ið verða gjørd á tí sosiala økinum raka oftari ymsar smærri “men ikki minni týdningarmiklar” samfelagsbólkar og tí verða sosial politiskar avgerðir ofta gloymdar ímillum “vanliga” fólkið eftir stuttari tíð. Hetta heldur Ungmannafelagið Samband vera spell.

Um vit hyggja eftir, hvat Sambandsflokkurin hevur avrikað síðan valið í 2011, so kann nevnast, at bíðilistin á psykiatrisku deild er styttur, vardar íbúðir verða gjørdar í Havn til sálarsjúk, Fountain-house er eitt víðari menningartilboð til fólk við sálarsjúku. Vardar íbúðir eru eisini komnar í Eysturoy og Klaksvík til børn og ung við fjølbreki. Barnaverndar lógin er herd við m.a. herdari fráboðanarskyldu. Barnahús er sett á stovn og vil hetta hava nógv at siga fyri børnini, tí nú er øll hjálpin savna á einum stað. Innan skúlaøkið eru eisini komnir batar. Førleikastovur eru gjørdar á ymsum skúlum. Hesar stovur eru við til at hjálpa børnum, ið á ein hvønn hátt hava torført við at læra. Eisini er ein autismu-flokkur byrjaður i Hoydølum og sambært KVF hoyrdu vit, at hesin flokkur hevði roynst ógvuliga væl. Hetta eru alt mál í stóðu á valskránni hjá Sambandsflokkinum til valið í 2011.

Niðurstøðan er greið. Samgongan við Sambandsflokkinum á odda, hevur gjørt týdningarmiklar dagføringar og byrja nýggj góð átøk, ið kemur á ein ella annan hátt øllum samfelagnum til gagns. Ungmannafelagið Samband heldur ikki, at vit skulu seta okkum niður nú, og siga nú er sloppið.

Nógv gott er gjørt politiskt, men vit eru ikki komin á mál enn, so lat okkum halda fram við menningini og skapa eitt samfelag fyri øll.


Petur Hansen

Formaður, Ungmannafelagið Samband