Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hevur kommunan hongt vinnuna um hálsin á Bústøðum?

2021-03-27 11:19

Sum fyrrverandi partur av politisku skipanini loyvi eg mær at líta afturá og gera viðmerkingar til bústaðarpakkan.

Eisini í forleingilsi av greinini, har eg spurdi um kommununi var nýmótans lív lagað, og vísti á umsiting kontra hugsjónir.

Í okkara setu legði Tjóðveldi seg á byggi- og býarskipanarpartin og Fólkaflokkurin tók dagligu leiðsluna av kommununi.

Tíðliga í setuni var farið til Danmarkar við endamáli, at fáa lesandi og føroyingar  at venda nøsini heimaftur.

Søguna kenna vit.

Ístaðin fyri at fara í gongd við at kortleggja, keypa ella ogna sær lendi og síðani at stykkja út til øll endamál, bæði blokkbyggjarí, raðhús, seniorkollektiv, eldraíbúðir og so framvegis, bleiv arbeitt við kanningum av bústaðartørvi og bústaðarpolitikki.

Hvørki hevði serligan relevans sæð í ljósinum av ‘at eldur var í'.

Í tólvta tíma komu arkitektauppskot um byggiætlanir, men hesi eru ikki arbeidd inn í lendisviðurskifti og kostnað, og krevja óivað drúgvar tilgongdir við festarar og myndugleikar.

Sjálv var eg ikki í byggi- og býarskipanarnevndini, men nevndin hevði  drúgvar politiskar royndir.

Ikki heldur hava undanfarin býráð raðfest bústaðartørvin nóg frammalaga.

Tískil bleiv bústaðarneyðin fluttt yvirum vegin til ‘stórabeiggja’ /Løgtingið, at taka sær av. Okkum kunnugt er stóribeiggin meira ímyndin av stødd og valdi,  enn av skynsemi.

Fyrrverandi borgarstjóri hartar Løgtingi fyri vánaligu politisku raðfestingina av stovnsbyggjaríi og rætt hevur hann í tí, men tað hvørki rættvísger arbeiðsháttin á Vaglinum ella at Bústaðir skal verða loysnin á øllum vanligum byggjaríi.

Talan er stutt sagt um politiska handling og raðfestingar.

Í ‘mangul av hesum’ bleiv tað privata vinnulívið nú ‘hongt um hálsin á Bústøðum'. Tíverri síggi eg fyri mær speiðrekandi tekning, har hingið verður bæði við suttiklúti og ranglu.

Er tað nøkrum eg havi virðing fyri, so er tað tí privatu byggivinnuni, sum vit føroyingar kunnu vera sera enir av, og sum ístaðin áttu at havt tættari  ráðleggingar- leiklutir saman við kommununi.

Nú hava vit politiskt gjørt eina konstruktión, eitt avhengigheitsforhold og samanbland millum alment og privat, sum frá liberalistiskum sjónarhorni ikki er serliga frælst, kostruktivt og framtíðartryggjað.

Ja, vit kunnu av røttum spyrja um Fólkaflokkurin fullkomuliga hevur mist sín politiska integritet.

“Um verkætlanin miseydnast, ja, so tapa báðir”, segði fyrrverandi borgarstjórin.

Eitt partafelag kann blíva insolvent, tað blívur landið ikki., er bara tann heilt stutta viðmerkingin til eitt annars sera djúpt og stórt evni, sum átti at havt fingið meira umrøðu, bæði umsitingarliga, løgfrøðisliga, heimildarliga, ognarliga, lutfallsliga v.m.

Vónandi verður tað arbeitt væl ígjøgnum, tá tað nú bleiv sum tað bleiv.

Við vón um, at hesar linjur geva heildarmyndina á bústaðarpolitiskum viðurskiftum og vísa á stóra týdningin av røttum kommunalum arbeiði.

Bergun Kass