Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hettar hendir NÚ

2018-12-28 20:04

Beserkara gongdin hjá Landstýrismanninum í fiskivinnumálum heldur áfram!!!

Eftir at hava spælt falitt á næstan øllum økjum, so er Høgni Hoydal nú lagstur eftir útróðrinum. Ella rættari, eftir teimum útróðrarmonnunum, sum veruliga royna eitt sindur eyka, og vilja nakað meira, ja vilja gera ein eyka innsats.

Í okkara sosialistiska/komunistiska veldið sum vit nú liva í, er hettar ikki væl dámt, og tí verða nú fótonglar lagdir út fyri at drepa tann hugin, sum enn er í nøkrum av okkum her á landið.

Fyrsta skotið er nú latið av, og sum man hoyrir frá innaru forsamlingini, eru mong skot enn í byrsuni, sum peika eftir útróðrinum. So sum avmarkingar, hvar man kann brúka sínar fiskidagar, og eisini við at stongja bestu fiskileiðirnar hjá útróðrinum.

Persónliga eri eg í tí støðu, at vegna fiskivinnuskipanina hjá Høgna Hoydal, bleiv eg arbeiðsleysur í summar, tá mítt arbeiðspláss (Sjúrðarberg) varð selt av landinum, vegna ótryggar veiðimøguleikar næstu árini.

Í øllum hesum keðiliga sum hendi við at Sjúrðarberg varð seldur, hevði eg enn mín útróðrarbát sum eg so fór at dríva burturav aftur, soleiðis sum eg hevði gjørt í samfull 19 ár, áðrenn eg fór við Sjúrðarberg.

Og væl hevur gingist, nú allur landgrunnurin hevur kókað av fiski, aftaná mong heldur soltin ár.

Nógv hevur verið tosað um skerjing av fiskidøgum og stongdar leiðir, og annað frá okkara djóraverndarstovu. Og hevur man havt tunguna mitt í munninum, og ofta havt andaneyð, tí at um hettar sum Havstovan ætlaði, hevði verið veruleiki, ja so var bara at sløkkja alt sum æt fiskivinnu á okkara landgrunnið.

Og glaður var eg, og nokk flest øll, sum eru í hesi vinnu, sum einaferð var landsins stoltleiki, men sum nú er ein úthongd og happa vinnugrein, nevnliga fiskivinnan, tá tað var greitt, at fiskidagatalið fór at verða óbroytt næsta fiskiár.

Nú hugsaði man puha, nú verður so friður enn eitt ár.

Men nú knappliga 27/12-2018 sum eitt snarljós úr himni, er eitt kunningarskriv frá fiskiveiðieftirlitinum. Har stendur, at tey kunna ikki skriva fiskiloyvir út til bólk 5 A, tí treytirnar eru broyttar fyri at fáa fiskiloyvi, og tí fáa allir bátar bara eitt fyribilsloyvi í bólki 5 B.

Eftir at hava kannað, hvat broytingarnar hava við sær, er nú greitt at eg persónliga og nógvir við mær, hava sum jólagávu frá Høgna Hoydal við einum pennastrokið, mist rættindini at virka sum útróðrarmenn undir Føroyum. Tað vil við øðrum orðum siga at eg 27. december 2018 verði uppsagdur sum útróðrarmaður frá 01. januar 2019 at rokna av Høgna Hoydal, og haldi eg at hettar er uttan fyri alt mark.

Eg persónliga havi við hesum mist míni rættindi at virka sum fultrikin útróðrarmaður, og harvið havi eg mist enn eitt arbeidið í 2018, grunda á eina totala miseydnaða fiskivinnuskipan.

2 ferðir í 2018 má eg leggja frá mær, og eitt alternativ tykist nú Steinatún ella okkurt annað, har eg kann fáa almannahjálp fyri at yvirliva í komunismunar veldið.

Nýggja kunngerðin sigur at tá tú hevur fiskað fyri 200.000 krónur, ja so ert tú mega raskur og ert fult rikin útróðrarmaður. Gud forbarmilsi sigi eg bara. Men so mást tú ikki hava nakra aðra inntøku, sum er omanfyri 150.000 krónur uttanfyri útróður. Tí so ert tú for raskur, og missur tíni rættindi. Trúgv tí tann ið vil, men soleiðis er nýggja kunngerðin.

Av tí, at eg hevði eina inntøku áðrenn mítt arbeiðspláss var selt sum avleiðing av fiskivinnuskipanini, ja so fái eg nú tann 27. December 2018 at vita, at eg missi míni rættindi at fáa eitt fiskiloyvi í bólki 5A, sum er bólkur fyri fultriknar útróðrarbátar.

Við hesi nýggju kunngerðini læsir skipanin fleiri bátar fastar í bólki 5B, sum hava fiskað fleirfalda tað, ið bátar sum nú fáa rættindi í bólki 5A

Gamla kunngerðin var einføld og gjøgnumskygd. Hon segði at um tú avreiddi fyri 400.000 krónur, so hevði tú rætt til eitt loyvi í bólki 5A.

Persónliga havi eg við mínum báti fiskað millum stórstu veiðivirðini í bólki 5, og eg havi ikki rætt til at verða útróðrarmaður fulla tíð í 2019, sambært nýggju kunngerðini hjá Høgna Hoydal. Samstundis hevur ein pensionistur, sum hevur fiskað fyri 200.000 krónur, og ikki hevur aðra inntøku sum yvirstikar 150.000 krónur, nú rætt til at verða útróðrarmaður fulla tíð, tvs rætt til fiskiloyvi í bólki 5A.

Misskil meg ikki. Eg havi onki ímóti, at pensionistar fáa loyvi at fiska, ja faktiskt elski eg at síggja eldri menn verða virknar í útróðrið til langt uppí ellisárini. Sera lívsjáttandi fyri meg. Hettar er bara fyri at vísa á kontrastið, at ein raskur maður, sum vil kempa og koyra á, ikki sleppur at virka í hesum landinum longur, við hesari leiðsluni við róðrið.

Eg havi eisini leystliga roknað út, at tað verða umleið 3000 fiskidagar til teir bátar, ið ikki eru fultriknir. Tvs bólk 5B. Hesir bátar verða eitt stað í millum 400 og 500 í talið í 2019. Siga vit 450 uppí 3000 dagar, ja so eru knapt 7 dagar eftir í part í 2019.

Hettar kemur at hava við sær, at eg og nógvir við mær, verða lagdir einaferð seint í vár, tí dagarnir hjá bólki 5B verða uppi.

Samstundis verða 120 dagar lagdir til hvønn bát í bólk 5A til teir bátar, sum hava fiskað omanfyri 200.000kr, og har inntøkan ikki yvirstikar 150.000 kr uttanfyri útróður. Tvs pensionistar og aðrar, sum ikki hava orkað ella tímað so væl í 2018.

Grát Føroyar grát

Dánial André Hansen
Miðvágur