Bíligar lestrar íbúður!
Hækka botnfrádráttin!
Barnakekk til barnafamiljurnar!

Hetta verður mín arbeiðsháttur, Tróndur!

Í dag nýtti valevnið hjá javnaðarflokkinum, Tróndur Sigurðsson, nógvar reglur upp á, hví veljarin ikki skal velja valevnini hjá fólkaflokkinum. Tað er okkara fólkaræðisligi rættur at stilla upp, men vónandi er Tróndur Sigurðsson eisini av tí áskoðan, at tað eru grundgevingarnar og politisku ætlanirnar, ið avgera, hvør vinnur kommunuvalið.

Ikki ræðsla og ótti.

Tíverri kemur Tróndur Sigurðsson við hvørgum í lesarabrævinum “Vilt tú stuðla Jørgen og Kaj Leo?”

 

Semja

Tað er umráðandi fyri komandi borgarstjóran og komandi býráðssamgongu at samstarva við landsins myndugleikar. Sama hvør situr við valdið.

Okkara vælferðartænastur eru tengdar at samstarvinum millum land og kommunu. Alt frá skúlum og lønum til skatt og barnafrádrátt. Tað krevur samstarv og víðskygni, um vit framhaldandi skulu menna og betra okkara vælferðartænastur. Ikki snævurskygni og agg móti ávísum flokki og leiðara. Í hesum føri fólkaflokkinum og Jørgeni Niclasen.

Vit hava tíverri dømir, har býráðspolitikarar arbeiða undir somu fortreytum og fordómum sum Tróndur Sigurðsson. Har land og kommuna ikki samstarva. Har land og kommuna ikki finna nakra loysn.

Til eina og hvørja tíð er tað borgarin, ið rindar fyri dugnaloysið.

Spyr bara næmingarnar í Hoydølum. Teir uppliva dag og dagliga, hvussu vánalig parkeringsviðurskiftini eru.

Spyr bara íbúgvarnir inni í Gøtu og Løgmannabreyt, har stórur vegur er asfalteraður í hoyvíkshaganum, men land og Tórshavnar kommuna kunnu ikki semjast um, hvør hevur ábyrgdina fyri at gera arbeiðið liðugt.

At sita við leiðsluni í Tórshavnar kommunu krevur samstarv. Krevur víðskygni. Tað er okkara ábyrgd sum valevni, at tæna borgarunum í Tórshavnar kommunu.

Sama hvør leiðari og flokkur situr við valdið úti í Tinganesi.

 

Hetta verður mín arbeiðsháttur.

 

Ætlanir

Viðvíkjandi politskum ætlanum verður ítøkiliga arbeitt við trimum málum. At hækka botnfrádráttin hjá kommununi úr 30.000 kr. um árið til 45.000 kr. um árið í 2013. Síðani hækkar botnfráfrátturin til 65.000 kr. um árið í 2017.

Barnafrádrátturin fyri hvørt barni skal gerast um til ein kekk, so at barnafamiljurnar veruliga merkja broytingina. Upphæddin skal harafturat hækka til 10.000 kr. um árið fyri hvørt barn.

Triðja og síðsta málið verður at gera Kommunuskúlan um til 65 lestraríbúðir. Kritikkurin hevur ljóðað, at tað er hættisligt at senda lesandi í sopparaktan bygning, men tað er tað eisini, um einki verður gjørt við bygningin. Sostatt skulu pengar setast av til umvæling, so at vit kunnu skapa eitt lestrarumhvørvi í hjartanum í høvuðsstaðnum!

 

Hetta eru mínar ætlanir við Tórshavnar kommunu.

 

Rói B. Poulsen

Kommunuvalevni fyri fólkaflokkin