Varafólk hjá Javnaðarflokkinum.

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Hetta standi eg fyri:

Grunda atkvøðuna á røttu virðini!

Sum uppstillað til býráðsvalið blívi eg javnan spurd, hvat eg standi fyri. Her havi eg skrivað míni virðir, sum eg brúki sum grundarlag at arbeiða útfrá og til støðutakan. Við at kunngera tey, kanst tú sum veljari føla teg tryggan við at velja meg, um tú ert samd/ur við mínum grundvirðunum.

Í stuttum stendur, at eg gangi inn fyri, at borgarar hava ábyrgd av egnum lívið, kommunan skal skapa karmar fyri borgarar og vinnu, upplýsa og veita tænastu og hjálp tá á stendur. Í Tórshavnar kommunu er pláss fyri øllum.

Frá nú av og til valið, fari eg, at skriva greinar ið viðgera virðini gjøllari.

Hevur tú eitthvørt uppá hjartað, ella eitt mál tú heldur eigur at takast upp, so ert tú hjartaliga vælkomin at biðja meg taka tað upp.


Virðir:

    Tórshavnar kommuna, har øll viðurkennast, trívast, mennast og rúmast.

  • Tað skal verða lætt at flyta til, gott og trygt at búgva í Tórshavnar kommunu.

  • Vit skula fjálga um barnafamiljur, einligar forsyrgjarar, tey við serligum tørvi og tey veikastu í samfelagnum.

  • Útvega fjølbroytt bústaðartilboð, eitt nú lutaíbúðir, lestraríbúðir, eldraíbúðir og íbúðir til brekaði.

  • Tryggja trivna, fjøltáttaðan ítrótt, musikkskúla, kvøldskúlatilboð og ungdómshús.

  • Tað skal verða trygt at ganga og súkkla í kommununi.

  • Ungdómurin skal viðurkennast, kveikjast og hoyrast.

  • Havnin skal hava eitt ríkt lestrar- og granskingarumhvørvið.

  • Vit skula virðismeta lívsroyndir okkara elstu borgarum, og skapa virðiligar karmar bæði fyri virkin og óhjálpin.

  • At verða í náttúruni og á sjónum er týdningarmikil rættur, tí skal kommunan tryggja borgarunum atkomuleika til náttúruna.

  • Húsdjór og kelidjór mynda gerandislívi í Tórshavnar kommunu, eins og urtagarðar, viðarlundir og náttúran, skula tey virðast og rúmast.


    Tórshavnar kommuna, eitt gott arbeiðspláss og tilvitaður brúkari.

  • Fyri at tryggja borgarum bestu tænastu, skula starvsfólkini í Tórshavnar kommunu trívast, virðismetast og mennast.

  • Kommunan skal verða undangonguímynd tá umræður at veita størv til fólk við vinnutarni, endurútbúgving og veita starvsvenjing.

  • Vit skula fáa sum mest fyri skattapeningin, tí eigur kommunan at verða ein tilvitaður brúkari og innkeypari. Vit skula tráa eftir at keypa føroyskt, umhvørvisvinarligt, at gagnnýta stórrakstarfyrimunir og stilla krøv til veitarar, fyri at tryggja betur góðsku, menning og vøkstur.


    Tórshavnar kommuna og umhvørvið

  • Tórshavnar kommuna skal ganga fremst, tá umræður umhvørvið og alternativa orku.

  • Tórshavnar kommuna skal eggja og skapa karmar, soleiðis at vit fáa gagnnýtt okkara tilfeingi á besta og burðardygga hátt.

  • Tórshavnar kommuna skal haldast rein og vøkur.


    Mentan, samleiki og ábyrgdarfullar borgarar

  • Vit eru heimsborgarar og skula hyggja og sammeta okkum eftir londunum rundan um, taka við læru og samstarva. Tó skal Tórshavnar kommuna verða við at varðveita og virða føroyska samleikan, sjálvsfatan og mentan. At liva í og av náttúruni, fáment og fjarskotið stillar serligar treytir til okkum sum borgarar. Tí skal Tórshavnar kommuna verða við, at varðveita teir fyrimunir smásamfelagið gevur.

  • Tórshavnar kommuna skal viðurkenna, upplýsa og tilmæla, soleiðis fáa vit ábyrgdarfullar borgarar.


    Tórshavnar kommuna skapar bestu karmar til inntøkuskapandi virksemið.

  • Ferðavinnan skal hava bestu karmar at virka undir, soleiðis fáa vit eina ferðavinnu sum gevur inntøkur og arbeiðspláss til kommununa, eisini til ófaklærd.

  • Perlan og Reinsaríið skal verða ein nýggjur tónleikamiðdepil, ferðaattraktión og spælistað.

  • Tórshavnar kommuna eigur, at skapa bestu karmar fyri vinnulív, íverksetan og eigur at taka stig til og stuðla arbeiðsskapandi verkætlanir.


Eg stilli upp í býráðið í Tórshavnar kommunu, fyri at gera mun grundað á røttu virðini.

Bjørg Dam

Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu.