Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bjarni Beder, valevni fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum 10. nov. 2020

HETTA SKAL RAÐFESTAST - BEINANVEGIN!

2020-09-08 16:25

JÁTTAN Á §3 BØRN OG UNG Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU SEINASTU 8 ÁRINI

Børn og ung eru framtíðar borgarar í Tórshavnar kommunu, og tí skal økið raðfestast – BEINANVEGIN!
Í 2013 vóru inntøkurnar hjá kommununi mettar til 610 mió. og játtanin til børn og ung var 139 mió., ið er 22,8% av inntøkunum. Í 2020 vóru mettu inntøkurnar hjá kommununi 1.064 mió., og tá varð bert 18,1% játtað til børn og ung, ið er 193 mió.
Játtanin er alt ov lítil! Her skal hægri játtan til námsfrøðingarnar og hjálparfólkini, ið hvønn dag arbeiða við børnunum og teimum ungu. Við at hava somu játtan í prosentum, sum í 2013, hevði játtanin verið omanfyri 240 mió., og tað ger mun – BEINANVEGIN.
Tað skulu fleiri tímar verða til hvørt einstakt barn og ungdóm. Starvsfólkini skulu hava umstøður, at útinna teirra arbeiði.
Barnatalið í kommununi (0-17 ár) er hækkað við gott 6,5% seinastu 8 árini.
(keldur: www.torshavn.foog www.hagstova.fo)