Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hestur aftur gloymd

2021-01-20 17:28

Uppskot lagt fyri Løgtingið um at byggja fleiri skip til Strandferðsluna.
Uppskot hjá Tjóðveldið um at byggja fleiri skip ljóðar gott. Men tað harmar meg at Hest, sum einasta oyggj, ikki so mikið sum verður nevnd við einum orði. Eg kann ikki trúgva annað, enn at hetta má vera eitt mistak.
Sandoyartunnilin verður liðugur um tvey ár. Tá verður tað neyvan Teistin í fer at røkja Hestleiðina longur. So sjálvandi skal Hest hava eitt nøktandi skip líka so væl sum hinar oyggjarnar.
Um uppskotið hjá Tjóðveldið verður sum tað er sett Løgtinginum í dag, so verður ikki lív lagað í Hesti. Allar oyggjarnar skulu takast við í eina langtíðarætlan sjálvsagt.
V.h Kári Johansen býráðslimur í Tórshavnar Kommunu.