Henrik spyr um fíggingarmøguleikar til sethús

2015-01-21 20:34

Hevur landstýrismaðurin nakrar ætlanir, ella nakrar tankar um, hvussu betrast kann um fíggingarmøguleikarnar til sethhúsabygging hjá teimum, sum ætla at byggja sethús í teimum bygdum, sum liggja longst vekk frá miðstaðarøkinum, og sum peningastovnarnir ikki hava áhuga í at vera við at fíggja?

Viðmerkingar
Seinastu árini hevur verið sera trupult at fáa fígging til sethúsabygging í teimum bygdum, sum liggja longst burtur frá miðstaðarøkinum. Her er ikki einans talan um bygging á útoyggj.

Gongdin síðstu árini hevur verið, at ringt er hjá ungum fólki at fáa fígging til sethúsabygging í heimbygdini, og eru tey tí noydd at flyta til størru bygdirnar.

Verða eingi politisk stig tikin at venda hesi gongd, so verður einki sethús bygt aftur í rímiliga stórum bygdum, sum liggja longst burt frá miðstaðarøkinum.

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 20. januar 2015

Henrik Old