Henrik Old spyr Jacob Vestergaard, landsstýrismann um botnfiskaflotan

2015-01-21 20:32

Spurningurin er soljóðandi:

  1. Hevur landstýrismaðurin nakrar ætlanir um at gera eina roynd at fáa botnfiskiflotan at taka til lands so nógv, sum møguligt, av tí, sum nú fer fyri borð aftur, serliga høvd, livur og annað?
  2. Heldur landsstýrismaðurin ikki, at tað ber til at fáa eina avtalu við skipini, so sleppast kann undan, at hettar seinni blívur eitt lógarkrav?


Viðmerkingar
Tíverri má sigast, at síðstu árini hevur gingið skeiva vegin við at fáa alt botnfiskatilfeingið til virkingar í Føroyum.

Tey virkir í Føroyum, sum hava tikið ímóti høvdum og livur, hava síðstu árini havt støðugt truplari við at fáa hendur á rávøru.

Ætlanir hava verið um at flyta høvd heilt úr Noregi. Tíverri fer nú størri og størri partur av t.d. høvdunum, sum vera veidd beint uttan fyri hurðina á föroysku virkjunum, fyri borð aftur.
Tað er vónleyst at leggja uppskot fyri tingið um nakað frambrot á hesum øki, tí Vinnunevndin hevur síðstu 3 1/2 árini havt eitt standard svar um uppskot av slíkum slagi, tað er at (Samgongan arbeiðir við eini nýggjari fiskivinnuskipan, og tí tekur meirilutin ikki undir við málinum). Sum eina roynd, í staðin fyri eitt lógaruppskot, so verður hesin fyrispurningur settur landstýrismanninum.

Á Løgtingi, 20. januar 2015

Henrik Old