Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

#hemaragate

2021-05-15 21:19

Eg vildi ikki kallað meg djóra aktivistur, og eg trúgvi, at ein ektaður djóra aktivistur nokk hevði flent eftir teimum sum gjørdu tað.


Mín trupuleiki er meira hugburðurin hjá menniskjum til náttúruna, umhvørvið og misnýstluna av henni. Hvat hevur ein hemari í einum kari at siga, hví er tað so viktigt, og hví fái eg mítt lunkaða te galið í hálsin av hesum kjakinum?

 

Jamen lati okkum fara eina túr aftur í tíðina.


Frá 1880 til 1910'ini útstillaði Zoo, Tivoli, Cirkus Schumann og Cirkus Variété 50 menniskjur. Yvirskriftirnar ljóðaðu soleiðis "De ægte vilde", "Vilde, primitive" og "De eksotiske mennesker".


Hetta rákið hendi ikki bara í Danmark, men í øllum Evropa - hesi "villu" menniskjuni kundu upplivast í búrum og innhegningum, og onkuntíð vóru búrini innrættaði soleiðis, at tað skuldi líkjast teirra "natúrliga" umhvørvi. Grundgevingin fyri hesum var, at tað hevði eitt vísindaligt endamál, men samstundis eisini var undirhald. Fjøldin slapp at síggja, hvussu hesar primitivu rasurnar uppførdu seg í tí villa. Evropearir vóru ikki vanir við at síggja eksotisk djór, men ei heldur eksotisk mennsikju, og í 1901 vóru heili 18.000 betalandi gestir í Zoo í Keypmannahavn, sum komu fyri at síggja hesu villu eksotisku menniskjuni.

 

Kinesarar sum vóru útstillaðir í 1902, fingu aftaná eina streyku, betri sømdir, lønar kontraktir, og vóru settir hægri í rasu hierarkinum enn afrikanarir, indarir osfr. Aftaná eina tíð byrjaðu danir at klaga yvir kinesararnar, tí teir vóru ov fólkaligir/mentaðir og dugdu at tosa týskt. Avleiðingin var, at Tivoli og Zoo sjálvi fóru út at royna finna fleiri "vill" fólkasløg í staðin fyri fólkaligu kinesararnar.


Um vit hoppa eitt sindur longur fram, so eru túsundtals Zoo's, akvariur og djóraparkir til í heiminum. Tó nú síggja vit ikki menniskju blíva útstillaði longur, men fleiri eksotisk djór, sum ongantíð høvdu komið til Evropa uttan menniskjans uppíblanding. Og bara tí at tað er vanligt, merkir ikki, at tað er rætt, og at tað ongantíð skal steðgast.


Nógvar av grundgevingunum fyri at hava vill djór í fangaskapi er, at tað hevur eitt "vísundaligt endamál", og verður gjørt fyri at "verja stovnin". Og eg skilji partívs argumentið, tí menniskjan oyðileggur bæði umhvørvið og djóra stovnanar við skelkandi ferð kring heimin. Men eg hevði ynskt at sama orka var løgd í at verja nátúrliga umhvørvið hjá hesum djórum.


Í nógvum førum liva tað fleiri djórasløg í fangaskapi, enn í teirra uppruna umhvørvi.


Eg havi ongantíð verið á Sjósavninum, og eg ætli mær heldur ikki - eg eri langtsíðani steðgaður at fara á akvarium, í zoo og aðrar djóraparkir. *(Tó havi eg altíð ynskt mær akvariufiskar, tí eg haldi sjálvur tað er so deiliga avslappandi og hugtakandi at hyggja eftir teimum. Men tað er allíkavæl skeivt).


Eg fari tó ikki at pussa mína gloriu fyri tykkum, tí eg havi verið við til at gera nógv skeiv ting sjálvur, og eg kann nevna nøkur dømi her, sum kanska eru skelkandi fyri summi, men um tú hevur verið sjómaður/kvinna kennir tú teg sikkurt aftur.

Eg arbeiddi sum sjómaður millum uml. 2002-2005, og har var tað vanligt at blaka ruskposar fyri borð. Sum ungur visti eg ikki betur, og setti heldur ikki spurnartekin við hetta, tí hetta var bara nakað mann gjørdi. Eg kendi tað aftur frá tá eg var lítil, tí tá blakaði mann eisini alskins rusk á bláman (out of sight, out of mind).


Eg havi verið við til at blaka eini 100 tons av sild fyri borð, tí at vit vóru eftir svartkjafti og IKKI sild. Boðini komu frá fabriksformonnunum, at alt skuldi blakast fyri borð, og hetta var nokk ikki fyrstu ferð, at hetta var hent. Eg haldi ikki at eg havi gjørt nakað í mínum lívið, sum føldist so skeivt, og eg minnist enn kensluna av skomm og andstygd í kroppinum. Eg bleiv so merktur av hesum, at eg fór at gráta, í meðan vit blakaðu silduna út. Eg havi eisini verið við einum trolara, har skiparin fekk eina bót, tí meskarnir vóru ov smáir (tað vil siga, at vit fingu ov smáan fisk í trolið, sum er ólógligt).


Eg hevði ynskt at fólk á landi og politikkarir høvdu vita, hvussu nógv annað kemur við í trolið (by catch), sum bara verður blakað fyri borð aftur. Vit tosa um túsundtals tons, sum ongantíð verður boðað frá. Men hvat hundan skal mann gera við tað?


Har henda sikkurt nógv verri ting umborð á skipum, sum eingin tosar um, og sum nokk ongantíð koma fram fyri almenninginum....


Ná aftur til "hemaragate"!


Eg meini, at vit menniskju mugu steðga við at uppíblanda okkum, og heldur byrja at vejra tað náttúru vit hava, bæði á landi og í sjónum, fyri okkara komandi ættarlið. Eg ivist í vísindaligu grundgevingunum, sum Sjósavnið brúkar, fyri at halda einum hemara í einum kari. Tí eg trúgvi, at øll tann vísind, sum mann fær burturúr hesu royndini, langtsíðan er funnin aðrastaðni. Og so er tað síðsta eftir 'UNDIRHALD'! Er tað rætt, at vit menniskju blíva við at taka villu djórini úr sínum nátúrliga umhvørvi sum undirhald. Eg sigi nei! Og sjálvt um mann ger tað aðrastaðni, merkir tað ikki, at tað er rætt.


Børnini fara at læra nógv meira av náttúrini við at uppliva hana í sínum náturliga umhvørvi. Far og snorkla við tykkara børnunum, lær tey at verja og virða náttúruna. Menniskjan er blivin dovin, alt skal helst upplivast á ipad, á telefonini, í sjónvarpinum, í akvarie, ella í búri.


Eftir mínari meining vísir eitt akvarie ikki veruleikan úti á sjónum, har dálking, misnýstla og yvirfiskarí eru við til at oyðileggja okkara havumhvørvi. Men vísir heldur eina glansmynd, sum dekkar yvir mis- og ovurnýtsluna hjá okkum mennsikjum. Sum eitt slag av Instagram fyri djóralivið á sjónum.


Hetta er bara mín meining, og um tað ger meg til ein djóra aktivist, eri eg nokk tann dovnasti djóra aktivisturin í heiminum.


Eg hevði ynskt, at tað vóru fleiri politikkarir, sum tordu at raðfesta djóravælferð, og at summir føroyingar ikki hildu, at mann situr í sama báti, sum gráhærdi maðurin í Canada, bara mann nevnir djóravælferð.

Hvat skal so henda? Um tú spyrt meg og mín íverksetarahatt, so haldi eg at Sjósavnið skal sleppa sínari verkætlan um hemaran, og eisini sleppa restini av fiskunum og krabbunum sum halda til á Sjósavninum út. Ger heldur eitt savn og 3d biograf um lívið og umhvørvið í sjónum. Kanska leiga snorklar, vátdraktir og fitjur út til vaksin og børn at svimja í, t.d. á Sandágerði. Ger akvarium í sjónum, so mann kann ganga frá Sjósavninum út undir sjógvin. Tá sær mann, hvussu lívið veruliga sær út, og hvat gongur fyri seg undir sjónum.