Hellu-líknilsi hjá Platon og fiskivinnunýskipanin.

2019-08-10 12:49

 

Ein bólkur av fangum sita í einum myrkum helli, teir eru leinkjaðir fastir soleiðis, at teir ikki kunnu flyta høvður ella likam. Teir síggja heldur ikki hvønn annan. Teir sita allir við rygginum móti einum múri í helluni, ið ikki er nógv hægri enn teir sjálvir, og hyggja at vegginum hinumegin helli.

Aftanfyri lága múrin er eitt bál. Ímillum bálið og múrin er ein vegur, har nøkur skepilsi ganga. Ljósi frá bálinum endurspeglast á múrinum, ið aftur kastar skuggar á múrin hinumegin, múrin ið fangarnir síggja. Soleiðis ið fangarnir sita síggja teir einans hesir skuggar á múrinum, og henda skuggaverð ið teir síggja, halda teir er veruleikin sum hann er.


Brádliga sleppur ein fangi leysur og sleppur úr helluni. Har sær hann eina heilt aðra verð, hann sær sólina, djór, blómur og trø.
Hann fer aftur í helli, og sigur sínum við-fangum frá um ta veruligu verðina. Men hinir fangarnir hava ikki somu royndir sum hann og vilja tí ikki lurta eftir honum. At enda gloymir hann sjálvur alt um tað hann sá uttanfyri helli, men av og á, rennur honum veruleikin til hugs.

Nakað sum hetta hellu-líknilsi er eisini við fiskivinnunýskipanini. Í áravís hava vit øll vita, at fiskiloyvini vórðu uppsøgd pr. 1. januar 2018. Hendan veruleika hevur politiska skipanin skumpa frá sær síðan 2007, tá loyvini vórðu uppsøgd.


Tá verðandi samgonga tók við í 2015 var tað aðalmálið, at fremja eina fiskivinnunýskipan. Sum tit øll vita, so vildi Fólkaflokkurin als ikki verða við. Sambandsflokkurin var leingi við, men tordi at enda ikki at taka ábyrgd. Nógv innanhýsis stríð varð í Javanaðrflokkinum, tó tóku partar av Javnaðinum ábyrgd. Framsókn tók ábyrgd. Men Tjóðveldi gekk á odda. Tjóðveldi hevur hesi seinastu fýra árini tikið nøkur ófatuliga tung tøk, vit hava ótroyttiliga arbeitt og argumentera, altíð sinniliga og virðiliga.
Tað sýnist tó nærum ómøguligt at treingja gjøgnum til alt fólkið, at nýskipanin varð neyðug.
Fyrra ABC samgonga, legg til merkis, at hetta var við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum á odda, ið sat frá 2004-2008 segði øll fiskiloyvið upp, men onkursvegna, hevur eingin havt rygg til at gera nakað við støðuna. Um tað er av reinum leti ella ræðslu fyri teimum ið sita á mammon skal verða ósagt. Eingin gjørdi nakað við støðuna.


Tað var neyðugt at fáa staðfest, at fiskitilfeingi er ogn Føroya fólks. Tað var neyðugt at fáa útlendska ognarskapin út úr høvuðsvinnu okkara. Tað var neyðugt við eini fiskivinnuskipan.
Nú hava hesir somu flokkar, ið onga ábyrgd hava tikið av okkara høvuðsvinnu, siti sum nakrar fjákutar grátukonur á aftasta beinki í fýra ár. Vil Føroya fólk geva teimum stýrisvølin til okkara Føroya land komandi valskeið? Vónandi ikki. Tá endar alt á nøkrum fáum privatum hondum væl fíggja av útlendskum pengum, og hvar enda vit tá?

 Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður