Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Helgi hevur fingið svar um Brexit-fyrireikingar

Altóða politikkur - 

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkismálum viðvíkjandi fyrireikingum í sambandi við Brexit

Í svarinum, dagfest 6. apríl 2018, frá Poul Michelsen, stendur:

1. Hvussu nógv fólk í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum (umroknað til heil ársverk) arbeiða burturav við at fyrireika Føroyar til Brexit?

Svar: Beinanvegin tað gjørdist greitt, at ein meiriluti av bretska fólkinum ynskti, at Bretland skuldi úr ES, fór landsstýrið undir at fyrireika seg til nýggju støðuna og setti ein bólk, ið m.a. skuldi fylgja gongdini og virka fyri føroyskum áhugamálum í sambandi við Brexit.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið leiðir arbeiðið, og umboð úr Fiskimálaráðnum, Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðum og sendifólkini í London og Brússel eru partur av Brexit-bólkinum. Arbeiðið verður gjørt sum partur av starvinum hjá umboðunum. Sendistovurnar í London og Brússel nýta harafturat nógva orku at greina støðuna, at kunna føroysku skipanina um gongdina og at vísa viðkomandi myndugleikum á føroysk áhugamál. Hóast sera torført er at siga nágreiniliga, hvussu nógv ársverk talan er um, verður mett, at tað kann vera umleið hálvtannað ársverk.

Afturat arbeiðinum hjá Brexit-bólkinum og sendistovunum viðger Fiskimálaráðið eisini tær broyttu umstøðurnar, sum Brexit fer at hava við sær fyri fiskiveiðisamstarvið í Norðuratlantshavinum.

2. Hevur landsstýrið fingið tilboð frá donsku stjórnini um at vera partur av teirra fyrireikingararbeiði í sambandi við Brexit?

Svar: Stutt eftir bretsku fólkaatkvøðuna setti danska uttanríkisráðið seg í samband við Uttanríkis- og vinnumálaráðið og kunnaði um, at danska stjórnin hevði sett ein Brexit-bólk, sum var mannaður við umboðum fyri øll stjórnarráðini. Víst var á, at so hvørt sum arbeiðið í bólkinum fráleið, skuldu Føroyar verða kunnaðar um gongdina. Eisini varð heitt á føroyskar myndugleikar um at gera vart við, hvørt tað vóru øki, ið høvdu serligan týdning fyri føroysk áhugamál.

3. Um landsstýrið hevur fingið eitt tílíkt tilboð, hvat hevur landsstýrið so svarað?

Svar: Síðani fráboðanin kom frá danska uttanríkisráðnum, hevur samband javnan verið millum Brexit- bólkarnar báðar. M.a. hevur forkvinnan í føroyska Brexit-bólkinum luttikið á fundi saman við umboðunum í danska bólkinum og greitt frá, hvørjar avleiðingar bretska útlimanin úr ES kann fáa fyri føroysk áhugamál. Í hesum sambandi varð heitt á donsku umboðini um at hava í huga føroysk áhugamál, tá talan er um málsøki, sum Føroyar ikki hava yvirtikið ella har Føroyar eru fevndar av ES-skipanum.

Tað er vert at hava í huga, at fyrireikingarnar hjá danska bólkinum snúgva seg um at greina, hvørjar avleiðingarnar verða fyri Danmark sum ES-limaland og at virka fyri, at samráðingarstøðan hjá ES mótvegis Bretlandi er í samsvari við donsk áhugamál.

Av tí at Føroyar eru uttanfyri ES, eru fyrireikingarnar hjá Føroyum av einum øðrum slag. Tað snýr seg fyrst og fremst um at samskifta við bretskar myndugleikar og leggja lunnar undir eitt gott samstarv við Bretland eftir Brexit, ikki minst okkara áhugamál í at fáa góð og trygg viðurskifti á handilsøkinum.

Harumframt hava vit áhuga í at tryggja okkara fiskiveiðiflota nøktandi atgongd á fiskivinnuøkinum. Her kunnu danir hava mótstríðandi áhugamál, og tí er mett at føroyskir myndugleikar best taka sær av hesum arbeiðinum sjálvir.

4. Um landsstýrið hevur fingið eitt tílíkt tilboð og hevur svarað, hvør var so grundgevingin fyri svarinum?

Svar: Sí svarini til pkt. 2 og 3.

Sambandsflokkurin

RN