Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heldur títtari og støðugt ferðasamband, enn bíligari ferðaseðlar

2018-12-17 13:36

Tað tikist mær, sum um teir valdu politikararnir ikki vita hvat rør seg, og hvat fólkaviljin er, hjá teimum sum búgva, og hava tilknýti til smærru oyggjarnar. Nú fíggjarlógin er komin til aðru viðgerð í Løgtinginum, vísir tað seg, at játtanin til SSL er hækka 2 mió, og hetta skal brúkast vil at lækka ferðaseðlaprísin. Eg kenni ongan, sum sigur ella heldur, at tað er dýrt at sigla við SSL. Tað sum tey ynskja sær er eitt títtari og støðugari ferðasamband. Vit í Føroyum hava nokk tann lægsta ferðaseðlaprísin í heiminum, og tað gevur onga meining at lækka prísin enn meir, tí hann er komin so langt niður, at tað er tætt við, at tað eru meira umkostnaður av at hava eina ferðaseðlaskipan, enn hvat inntøkan er.

Hinvegin er tað eitt størri og størri ynski, og vilji til at gjalda meira, um hetta kann geva eitt betur samband.

Fólk á útoyggjum vita, at eitt støðugt og títtari samband er einast vegur fram fyri at menna ferðavinnuna á útoyggjum. Skula politikararnir partú lækka nakað gjald, so lætta farmagjaldi, so at tey sum dríva ferðavinnu á oyggjunum fáa møguleika at menna seg.

Karlot Hergeirsson