Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heimsmálini fyri burðardygga menning

2019-03-28 20:08

Heimsmálini – mál fyri burðardyggari menning

Bjóðað varð í dag, hósdagin 28.marts, til alment tiltak og framløgu á Finsen um ST-heimsmálini til burðardygga menning. Fyriskipari var Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við Hugskotið og Tórshavnar Kommunu har sjóneyka skuldi setast á hvussu ymiskir stovnar arbeiði við hesum málum.

Upprunin til sonevndu Heimsmálini er at ST í 2015 samtykti nýggja stevnuskrá fyri burðardyggari menning í heiminum – nevnd 2030 Agenda for Sustainable Development – har 17 høvuðsmál og 169 undirmál skulu fremjast í tíðarskeiðnum 2015-2030. Málini seta greiða kós fram ímóti burðardyggari menning til gagns fyri bæði mennisku og náttúru, og er endamálið at hvørt land sær fremur málini við útgangsstøði í egnum verunleika og raðfesting, sum orðað verður frá Føroya Landsstýri / Løgmansskrivstovuni.

Tað varð við góðum treysti at farið varð til almenna tiltakið, og ikki uttan at øll frágreiðingin hjá Landsstýrinum var lisin væl og virðiliga.

Framløgur
Skráin var fyrst ein framløga frá Magna Arge, umboðandi Tjóðveldi, har tikið varð samanum innihaldið í skránni fyri Heimsmálunum. Næst varð framløga frá Rúna Rasmussen, umboðandi Løgmansskrivstovuna, har greitt varð frá sjónarmiðum Landsstýrisins, og víðari vóru so tríggjar framløgur, ein frá Umhvørvisstovuni har greitt varð frá orkumálum og orkunýtslu, næst framløga frá Tórshavnar Kommunu um orkunýtslu o.a., og næst Hugskotið, ið greriddi frá íverksetan og einstøkum evnum tey arbeiddu við. At enda var so framløga frá Jay Frielander, College of the Atlantic, USA, ið greiddi frá um burðardygg átøk frá donsk oynni Samsø.

Í tí stóra kann sigast at einki nýtt kom fram, ið ikki var kent. Magni hevði eina góða framløgu og nýtti høvi at hevja Føroyar upp sum ”heimsmeistara” millum smátjóðir, ið longu høvdu umsett ST-heimsmálini til egið mál. Hinvegin segði Magni einki um meistaraskapið sum heimsins mest dálkandi tjóð í samband við útlát av veðurlagsgassum – roknað pr. íbúgva.

Bjarki Thomsen frá Umhvørvisstovuni hevði eina góða framløgu um orkunýtslu og hvussu gekk við umlegging til grøna orku, meðan Óluva Vang frá Tórshavnar Kommunu lýsti ovurstóru nýtsluna av fossilari orku til kommunalr bygningar – uttan at siga nakað um, at krøvini til orkunýtslu til nýbygningar enn eru har t.d. danir vóru fyri 20 árum síðan.
Hugskotið og íverksetan varð lýst av Sóley H.Hammer har víst varð á trupuleikan at fáa nakað ítøkiligt sett í verk.

Løgmansskrivtovan og Mál 14
Men ”ketan leyp av” tá Rúni Rasmussen frá Løgmansskrivstovuni umrøddi mál nr. 14
Lív í havi og vatni .I tekstinum til hetta mál verður sagt, ”at stór framstig hava verið seienastu áratíggju í at verja havið og havumhvørvið. Men hesi framstig eru hótt av veðurlagsbroytingum, og at havið gerst súrari, ovurfisking og havdálking.” Og víðari, ”enn eru stór havøki, har djóralívið er oytt ella í vanda orsakað av ovurstórum nøgdum av føðsluevnum frá landbúnaðinu, ið hevur við sær ov nógvan plantuvøkstur og súrevnistrot.”
Greinað verður til Mál 14, at ”fyri 2025 skal forðast fyri og munandi minkast um alla havdálking, serliga dálking frá virksemi á landi, íroknað burturkast á sjónum og dálking frá taðevnum.”

Umrøtt verður eisini at ”fyri 2020 skulu vistskipanir í høvum og fram við strendur verða vardar og umsitast á burðardyggan hátt fyri at sleppa undan skaðiligari ávirkan, og millum annað við at styrkja teirra mótstøðuføri og við atgerðum at fáa tær endurskaptar til tess av fáa sunn og úrtøkugóð høv”. Umrøtt verður at fiskiskapur skal verða væl skipaður og endi verða gjørdur á ovurfiskiskapi, ólógligari, ófráboðaðari og óskipaðari fiskiveiðu og oyðandi veiðiháttum.

Onnur partsmál til Mál 14 eru at ”fyri 2020 skulu í minsta lagi 10% av øllum stranda- og havleiðum verða vard i samsvari við lands- og altjóða lóg og grundað bestu tøku vísindaligu vitanina.” Og annað partsmál er, ”fyri 2030 økja búskaparligu fyrimunirnir til smá oyggjaríki í menning og tey minst mentu londini við burðardyggari nýtslu av havfeingi, millum annað við burðardyggari umsiting av fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu.”

Rúni Rasmussen brúkti í framløguni mynd og frágreiðing hjá Bakkafrost um hvussu burðardygg alivinnan verður umsitin, og kann tí sigast at Løgmansskrivstovan og Landsstýri ikki hava skilt hvat burðardygg menning merkir, men velja at raðfesta búskaparliga partin framum krøv til umhvørvisvernd og tryggjan av sosialum og sjálvsøgdum áhugamálum og rættindum fólksins.

Agenda 21
ST-Heimsmálini eru ikki nýggj á nakran hátt, men vóru samtykt í 1992 sum Agenda 21 sáttmálin til burðardygga menning. Í 1998 samtykti Løgtingið Agenda 21 sáttmálan, og sáttmálan til tryggjan av lívfrøðiliga margfeldni, og fá ár seinri kom Norðurlendska Umhvørvisætlanin 2001-2004 til burðardygga menning fyri norðanlond. Og stutt eftir kom føroyska Agenda 21 - ein ætlan fyri burðardygga menning.

Meginreglan var at hugsa globalt og virka lokalt, og varð tí skipað ein Agenda 21 stova undir Føroya Kommunufelag, ið skuldi vegleiða øll kommunustýri, virki, fyritøkur og einstaklingar, um hvussu burðardygg menning kundi skipast í verki. Høli varð sett til taks meðan Landsstýri stóð fyri at gjalda lønarkostnaðin til ein Agenda 21 ráðgeva.
Arbeiðið á stovninum gekk rímuliga væl sjálvt um avbjóðingin kundi sigast at vera alt ov stór til ein einstakan persón. Í 2014 datt alt fyri bakka tá Føroya Kommunufelag gav skarvin yvir og fór undir veingirnar hjá Kommunusamskipan Føroya. Har sat Heðin Mortensen sum meira og minni einaræðisharri og diktaeraði hvat og hvussu og hvør, og við honum hvar alt sum kundi nevnast burðardygg menning.

Burðardygg alivinna?
Avbjóðingin í burðardyggari menning er júst at búskaparligi parturin við vøkstri, meira vøkstri, og nakað væl afturat av vøkstri, ikki fæst at sampakka við náttúrugivnar umstøður, næst heldur ikki tekur atlit til social og fólkslig áhugamál.

Alivinna hevur ikki minsta ferðil at nøkrum sum kann nevnast burðardygd, men er eina og alleina ein karráð trároynd at framleiða biomassa burturúr náttúrugivnum fortreytum. Vit vita at tað skulu millum 5 og 8 kilo av góðum matfiski til at framleiða eitt kilo av alilaksi. Vegna tørvandi pelagiska tilfeingið innflytur føroysk alivinna í dag helvtina av fóðurinum úr Suðuramerika – ið fyrst og fremst er GMO soya, næst GMO rapsolja úr Kina, ið stavar frá GMO landbúnaði í Canada. Og víðari eru stórar nøgdir av illa eitraðari hveiti úr Europa.
Fóðuri er tilsett sterkt krabbaelvandi konserveringsevni samt petrokemisk litevni, afturat líka so vandamiklum lúsabasingarevnum.

Ì fóðringini gjøgnum plastrør renna hvørt ár umleið 4 tons av mikroplast beinleiðis út i firðir og sund, næst at fleiri tons av koparsulfat frá nótunum eitra sediment og alt livandi.
Fóðurleivdir og skarn ájavnt tað nøgd umleið 800.000 íbúgvar lata frá sær renna beinleiðis út í firðirnar og køva alt livandi. Og onnur sera vandamikil lúsabasingarevni verða brúkt í brunnbátum fyri síðan at verða dumpað kringum á firðunum.
Dálkingarstøðan við deyðum, sjúkum og sloppnum alilaksi, ið blandar seg við villan laks, hóttir nú villa laksastovnar í Noreg, Skotlandi, BC-Canada, Chili og aðrar staðir við, og er vorðin ein álvarsom hóttan móti lívfrøðiliga margfeldni.

Við strendur Suðurameriku og West Sahara hava lokal samfeløg, búskaparliga minni menta lond, mist sítt tilfeingið av kostnaðarfríðari og heilsugóðari matvøru til ídnaðartrolarar, ið tøma pelagisk tilfeingi í ólógligari veiðu, fyri at nøkta tøvin á fóðuri til m.a. alivinnuna.

Talan er á ongan hátt um burðardygt virksemið, hvørki so ella so, samstundis sum læknar og lívfrøðingar, íroknað ES- matvørustovnin EFSA, mæla frá at eta alilaks – tí stórur heilsuvandi stendst orsaka stórar nøgdir av umhvørviseiturevnum, tilsettum kemiskum evnum, og at fitin í fiskinum hevur eina fyri heilsuna óheppna samanseting.

Løgmansskrivstovan og Landsstýrið kann við nýggju heimsmálunum um burðardygga menning ikki takast í álvara, tí eingi krøv verða sett til alivinnuna at lúka umhvørvis – og sosial áhugamál.
Búskaparligur vøkstur er fremsta áhugamálið, og vil ætlanin um vernd af havumhvørvinum tí ikki verða verd tað pappír hon er skrivað á.

Kári Thomsen