Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heimsins besta kommuna - eisini um túsund ár

2020-10-16 11:04

Eg stilli upp, tí eg ætli mær, at Tórshavnar Kommuna skal vera heimsins besta kommuna at búgva í, eisini um túsund ár.

Tørvur er á, at ungar og nýggjar kreftir sleppa framat, og kunnu verða við í menningini av kommununi, ikki bara teimum ungu at frama, men sanniliga eisini teimum eldru og okkara komandi ættarliðum.

Hesum fari eg at arbeiða fyri:

- Einari Fivefinger býarætlan í Tórshavnar Kommunu. Vit mugu hugsa fram, serliga tá tað er freistandi at byggja og ikki planleggja. Ein FiveFinger býarætlan kann knýta høvuðstaðin nærri at bygdunum, tryggja okkum grøn økir, og veita stabilitet í ferðslu, bústøðum og náttúru.

- Okkara eldu og børn skulu samansjóvast. Vit skulu halda uppat við at goyma okkara eldru burtur, og heldur samantvinna tey í samfelagið, við at loyva teimum at verða um okkara børn.

- Okkara søguliga perla, Bacalao. Har byrjar so smátt at koma lív í aftur. Vit eiga at stimbra menningina, so okkara gamla perla aftur gerst ein lívæðr í Tórshavnar Kommunu.

- Frælsi og fjølbroytni á barnaansingarøkinum. Latið okkara dugnaligu námsfrøðingar sleppa at blóma, og royna at skapa spennandi og øðrvísi ansingartilboð í Tórshavnar Kommunu.

- Íverksetaraumhvørvið skal framhaldandi mennast. Fleiri fasu 2 hølir og atgongd til fjølbroyttar hølismøguleikar, so sum goymslu og royndarhølir.

Vónandi ynskir tú eitt framfýsið umboð á Vaglið!

Set tá X við Michel Nielsen, valevni á Lista A