Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Heimastýrislógin 70 ár

Nú Heimastýrislógin er 70 ár, er stórur áhugi fyri, um KVF fer at gera líka nógv burtur úr Heimastýrislógini, sum tey hátíðarhildu fólkaatkvøðuna í 1946 fyri smáum tveimum árum síðani

Sum samfelag hava Føroyar verið skírdar eitt av bestu samfeløgum í heiminum. Størsta veruliga sjálvstýrið, og eitt av ríkastu samfeløgum í heiminum uppá hvørt fólkið. Seinasta metið er, at vit eru eitt av mest demokratisku samfeløgum í heiminum.

Í 70 ár hevur karmurin um okkara politiska stýringsamboð verið Heimastýrilógin, og nú høvdu nógv væntað, at útvarp og sjónvarp fóru at markera hesa stórhending og søguligu sólskinssøgu við manér. Men lítið og einki hoyrist.

Tá ið fólkaatkvøðan frá 1946 bleiv 70 ár fyri smáum 2 árum síðan, varð ómetaliga nógv gjørt burturúr. Gamlar myndarøðir frá tíðini vóru grivnar framm bæði úr Føroyum og úr Danmark. Samrøður í hópatali vórðu gjørdar við søguføðingar og privatpersónar um, hvussu tey mintust hendingina upp undir og aftaná fólkaatkvøðuna.

Takk fyri tað KVF, gott arbeiði.

Heimastýrislógin 70
Nú mundu mong seta seg framman fyri skíggjanum ella lurtinum fyri at fáa søguligar sendingar um eina sanna sólskinssøgu: Heimastýrislógina frá 1948.

Sum løgfrøðingurin Torkil V. Rasmussen sigur so væl: ”Heimastýrislógin tryggjaði føroyingum m.a. egið mál, egið flagg, líkarætt millum føroyingar og aðrar danskar ríkisborgarar í Ríkisfelagsskapinum. Harumframt tryggjaði hon føroyskt lóggávuvald og útinnandi vald á yvirtiknum økjum”.

Hetta var ein ovurstór broyting, ið, eins og fólkaatkvøðan fyri tveimum árum síðani, eisini eigur at fáa sítt heilt rímiliga pláss í almenna kringvarpinum.

Hetta var lógin, sum javnaðarmaðurin, Petur Mohr Dam, sáli, kallaði fyri fagrasta blað í Føroya søgu, og sum mangir aðrir hava havt á munni: Heimastýrislógin er sum ein harmonika, og at kalla alt rúmast í henni.

Og hetta er eisini lógin, sum hevur verið karmurin um at skapa stóran framburð í Føroyum í 70 ár.

Óheft frásøgn í útvarpi og sjónvarpi
Higartil hevur verið merkiliga lítið at hoyrt úr okkara almenna kringvarpi, nú Heimastýrislógin er vorðin 70 ár.

Áhugavert var annars at hoyra upptøkur, sum funnar vóru í kjallaranum hjá Ríkisumboðnum.

Somuleiðis prát millum politikarar og advokat, sum staðfestu tað sama um, hvussu meistarliga lógin varð skrivað.

Nú vóni og vænti eg av KVF, at nógv verður gjørt burturúr og minst líka nógv, sum gjørt varð burtur úr fólkaatkvøðuni í 1946 fyri kortum.

Ein óheft frásøgn, sum kunnar føroyingar objektivt um søguna hjá Heimastýrislógini.

50 ára dagurin

Tá ið Heimastýrislógin í 1998 fylti 50 ár, hevði Landsstýrið sum tá sæt, sett á skrá og avgjørt at hátíðarhalda Heimstýrislógina, ið hevur verið karmur um framburðin í Føroya landi. Fróðskaparsetur Føroya skuldi standa fyri tiltakinum. Serfrøðingar, bæði úr útlondum og okkara egnu, skuldu umrøða og kunna um, hvussu Heimastýrislógin hevði roynst, og hvussu møguligar broytingar og moderniseringar kundu gerast við fyrimuni.

Tað harmiliga hendi, at fíggjarnevndin vildi ikki játtað tær 500 túsund krónurnar, ið ætlanin kostaði. Politiska støðan var so betent, at vísundaliga og søguliga ætlanin mátti sleppast.

Við fólkaræðinum í huga

Nógv vatn er runnið í ánni síðan tá. Fullveldissamgongan kom ongan veg, men seinni samgongur framdu broytingar í Heimastýrislógini, tær báar: Uttanríkisheimildarlógina og Yvirtøkulógina.

Harmiligt var, at Fróðskaparsetrið ikki fekk høvi at fremja ætlanina.

Tað er helst líka umráðandi við slíkari vísundarligari og søguligari kanning í dag, nú okkara Heimastýrið er 70 ár.

Og ikki minst nú, ið alt bendir á, at bert ein lítil triðingur av Føroya fólki ynskir loysing, meðan góðir tveir triðingar siga nei og velja Ríkisfelagsskap.

Tí hevði tað í hesum sambandi verið upp á sítt pláss, at KVF fer undir óvildugar sendingar við tí fólkaræðisliga í huga, Føroya fólkið at gagni.

Edmund Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin