Heimarøktin eigur at fáa hægri játtan og endurskoðast

2013-12-18 17:28

Heimarøktin manglar 4,4 milliónir, fyri at kunna geva verðandi brúkarum tað tímatal, ið Almannaverki metir, tey hava tørv á. Hetta vísa útrokningar hjá Almannaverkinum. Nú fíggjarlógin er til viðgerðar hava vit skotið upp, at játta henda pening. Vit ásannað at stórur tørvur er á at uppraðfesta heimarøktina. Tað er ein góð byrjan, at fáa játtað upphæddina, ið vit hava fingið upplýst manglar í, so heimarøktin kann veita teimum 473 brúkarunum tað røkt, ið tey hava brúk fyri.

Vit hoyra dag og dagliga um at eldri fólk, ið hava tørv á heimarøkt, bert fáa tillutaðar nakrar fáar minuttir um vikuna. Hetta hóast teimum tørvar væl meira hjálp. Avleiðingin er, at stórt trýst verður lagt á familjuna hjá viðkomandi og ofta má familjan traðka til, uttan mun til, hvussu umstøðurnar annars eru í familjuni. Tað er ein sannroynd, at familjan fegin vil hjálpa, men ikki altíð hevur umstøður til at veita hjálp, nærum alt samdøgri.

Útrokningarnar hjá Almannaverkinum vísa, at tað eru 473 fólk ið fáa heimarøkt í tilsamans 2178 tímar um vikuna. Hetta gevur miðal 4,6 tímar um vikuna ella ein hálvan tíma um dagin til hvønn brúkara. Tað eru nógvir tungir brúkarar í skipanini, hesir fáa sjálvandi væl meira enn 1/2 tíma um dagin og sostatt eru tað eisini fleiri brúkarar, ið bert fáa nakrar fáar minuttir um dagin av heimahjálp. Hetta hóast tey í stóran mun eru óhjálpin og hava tørv á væl meira av heimarøkt.

Fyri nøkrum árum síðani var reingerð strika sum partur av tænastuni hjá heimarøktini. Tí eru tað nógv eldri, ið als ikki verða skrásett at hava tørv á heimarøkt. Hetta er als ikki í lagi, tí tað er neyvt samband ímillum heilsustøðuna hjá fólki og hvussu umstøðurnar kring tey annars eru.

Javnaðarflokkurin hevur tað støðu, at heimarøktin eigur at uppraðfestast fíggjarliga og at endurskoðast, so brúkarin fær eina røkt, ið tekur atlit til heildar støðuna hjá brúkaranum. Meginreglan skal vera, at sum minst av játtanini ferð til skráseting og umsiting og sum mest beinleiðis til røkt. Endurvenjing og endurmenning eigur at verða ein týdningarmikil partur av heimarøktini í framtíðini. Hetta kemur at verða ein sparing í longdini, tí tørvurin á røkt verður minni sum frálíður. Samstundis fáa okkara eldru borgarar veruliga møguleikan at hava ein virðiligan aldurdóm í egnum heimi sum longst.

Vegna Javnaðarflokkin

Eyðgunn Samuelsen fíggjarnevndarlimur