HEIMAMISSIÓNSTRÚBOÐARAR - ættarliðsskifti!

2020-02-01 06:10

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Skrivað: pjd, Glyvrar 21.01.2020

____________________________________________________________________________________________________

HEIMAMISSIÓNSTRÚBOÐARAR

- ættarliðsskifti

Niels Jacob Nielsen av Strondum, Regin Høgnesen úr Leirvík og Gullak Hansen úr Tjørnuvík vóru trúboðarar innan Heimamissiónina í mong ár. Regin og Gullak eru ikki millum okkara meira, meðan Niels Jacob er farin frá vegna aldur og býr nú í Jyllandi. Niels Jacob er 82 ár í dag.

Við fráferðini hjá hesum trúboðarum er eitt ættarliðsskifti farið fram innan trúboðarahópin í føroysku Heimamissiónina, skrivar Trúboðin á teirra tíðindaportali. Teir virkandi trúboðararnir í dag eru Pól Johannesen úr Hvannasundi, Jógvan Højgaard úr Runavík, Torleif Johannesen av Nesi, Sjómanstrúboðari. Carsten Fonsdal av Skála, Ólavur Jacobsen úr Hósvík og Jørgen F. Andreassen úr Leirvík. Ólavur Jacobsen virkar hálva tíð í Føroyum og hálva tíð í Reykjavík.

Hesir tríggir seinast nevndu, Carsten, Ólavur og Jørgen eru nýliga innsettir, og Trúboðin skrivar á heimasíðuni, at við hesum verða fleiri førleikar lagdir afturat trúboðaravirkinum hjá Føroysku Heimamissiónini, sum t.d. innan teldu- og redaktiónstøkni.

Um ein ynskir at stuðla nevndu trúboðarum, kann ein fara inn á heimasíðuna TRUBODIN.FO og verða vegleiddur har. 21.01.2020