Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heimafriður er ein rættur, sum ikki er vunnin enn

2019-08-21 10:14

Okkara stórsta inntøkukelda er ótolandi fyri nøkur teirra, ið búgva nærhendis ljóð- og roykdálkandi skipum.

- Felagið heimafriður hevur gjørt vart við hetta í longri tíð. Nøkur reiðaríir hava víst atlit, sýnt samfelagssinni, og bøtt um ljóðdálkingina eitt nú við at ljóðbjálva motorin. Men sum heild er lítið og einki gjørt fyri at koma hesum trupulleikanum til lívs.

Felagið skipaði fyri góðum og kunnandi kjakfundi í Dansifrøi í gjárskvøldið, har ymsar loysnir vóru viðgjørdar. Sum limur í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, fyllir hetta málið sera nógv, tí ein loysn má finnast, sum kommurnar megna at fíggja, sum er rættvís fyri vinnuna, sum kann lata seg gera hjá SEV, og sum loysir ljóð- og roykdálkingina fyri borgarum okkara.

Vinnan tekur ikki atlit til borgaran, umhvørvið ella manningina umborð, tá skipini larma og dálka. Kommunurnar eru í kapping sínamillum um skipini, og vilja sjálvsagt verja sítt kappingarføri, tí kunna tær ikki av sínum eintingum seta hægri krøv enn hinar kommunurnar. Einasta loysnin er, at landið má traðka til og áseta somu mørk fyri dálking við kunngerð fyri allar kommunurnar.

Tíverri er tað so, at ikki øll í vinnuni av sínum eintingum vísa atlit og taka ábyrgd. Verða eingi krøv sett, verða tað tey í vinnuni, ið veruliga taka ábyrgd og gera íløgur í betrandi tiltøkum ella umhvørvisvinarligari skip, sum missa kappingarføri mótvegis teimum, ið dálka og larma. Tí má landið seta ein standard.

Rættin til frið í egnum heimi er minsta krav borgarans, sum vit í Javnaðarflokkinum vilja arbeiða fyri.

Bjørg Dam

Valevni Javnaðarfloksins