Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heilur, hálvur ella slett eingin fólkatingslimur?

2019-03-14 07:34

Tað er alt ov óseriøst, hvussu ávísir flokkar nýta fólkatingsessin. So seint sum í 2011 var Javnaðarflokkurin fyrsti flokkur at lova, at varð umboð frá flokkinum valt, fór hetta embætið at verða røkt fulla tíð.

Gamaní hava aðrir flokkar áður havt umboð, sum hava røkt sessin fulla tíð. Eitt nú fyrrverðandi løgmaður Edmund Joensen, sum røkti sessin í tveimum tíðarskeiðinum. Fyrst 1994 til 1998 meðan hann var løgmaður, og seinni frá 2007 til 2015. Samstundis var Edmund Joensen løgtingsformaður 2004 til 2008 – altso var hann løgtingsformaður samstundis sum hann var høvuðsvalevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið.

Aðrastaðni er vanligt, at fyrrverðandi ráðharrar og forsætismálaráðharrar fáa formans- ella aðalskrivarasessir í ymiskum millumtjóðasamstørvum ella tignarligum nevndum. Er tað í Føroyum soleiðis, at fólkatingssessurin skal brúkast sum eitt slag av pensjónistasessi fyri fyrrverðandi stórpolitikkarar?

Eisini hevur tjóðveldismaðurin Magni Arge seinastu 4 árini røkt sessin fulla tíð. Áhugavert er tó, at Magni Arge er varamaður aftaná Høgna Hoydal. Høgni Hoydal segði tó sessin frá sær sama kvøld, sum hann varð valdur. Hvat er tá endamálið at stilla upp? Sama kann sigast um aðrar formenn, herundir okkara egna, sum eftir siðvenju stilla upp, men neyvan hava nakran áhuga í at røkja sessin.

Spyrt tú okkum, so verður fólkatingsvalið ikki tikið í nóg stórum álvara av meginpartinum av valevnunum. Veljarin veit tí heldur ikki, um hann velur ein heilan, hálvan ella slett ongan fólkatingslim.

Avleiðingin av hesum er millum annað, at ung fólk, sum veruliga brenna fyri felagsmálsøkjunum millum Føroyar og Danmark – herundir uttanríkispolitikki og markaforðingum – halda seg aftur við at stilla upp. Tey síggja seg ongan kjans hava ímóti løgmonnum og landsstýrisfólkum.

Ímyndið tykkum, um Lars Løkke ella Mette Frederiksen, sum bæði eru valevni til forsætisráðharra, høvdu boðað frá, at tey stillaðu upp til Evropaparlamentið. Tað hevði uttan iva verið sæð sum djúpt óseriøst.

Tí eru vit eisini errin av, at okkara egna Barbara Gaardlykke Apol bjóðar seg fram sum eitt seriøst valevni til Fólkatingið. Hon hevur gjøgnum alla sína tíð í SU víst stórt dirvi og hevur sett stór mál.

Flokkar og valevni, ið stilla upp, hava eina demokratiska skyldu at halda síni lyfti. Bjóðar ein seg fram, hevur ein eisini skyldu at geva veljaranum ein heilan fólkatingslim. Vit vóna tí, at Føroya fólk fer at seta krossin við Barbaru.

Sosialistisk Ung