Heilsuverk fyri øll

2015-08-27 04:48

 

Heilsuverk fyri øll

Í útvarpssending 15. januar 2015 kom ein syrgilig søga fram um eina mammu, sum ikki slapp til eina mammografi skanning á Landssjúkrahúsinum. Hóast hon hevði vent sær 4 ferðir til Landssjúkrahúsið, mátti hon bíða í vikuvís eftir svari. Sum skiltist á lagnum, so passaði hon ikki inn í rammurnar á tí loysnini, sum landsstýrismaðurin og Landssjúkrahúsið høvdu sett út í kortið.

Eg gjørdi skjótt av og sendi skriv bæði til samgongu og andstøðu, har eg klagaði um hesa støðuna, sum neyvan er eindømi. Mín áheitan á tingfólk okkara var, at tey skuldu ressast í stólinum, og minnast til menniskjuni í hesum samfelagum heldur enn bara at hugsa um kvotur og kvotabýti.

Mín meining tá eins og nú er, at heilsuverkið og landsins myndugleiki eigur at tryggja øllum borgarum ta viðgerð, ið er neyðug. Fólk mugu ikki koma í ta vandastøðu, at tey ikki fáa neyðuga viðgerð orsaka av onkrari ørvitis pakkaloysn.

Tí heitti eg á landsstýrismannin Karstin Hansen, ið hevði málsøkið undir sær, at taka eina avgerð í hesum málinum.

Er tað veruliga so, at henda mamma ikki kundi fáa hjálp? Er tað veruliga so, at hon mátti venda sær 4 ferðir til Landssjúkrahúsið og kortini bíða í vikuvís? Var hetta eindømi ella ein endurtøka av líkasælu frá landsins myndugleika? Ella líkasæla av menniskjum sum heild?

Um so er, at pláss ikki var á Landssjúkrahúsinum fyri kvinnum í hesi støðu, so er at senda tær til Ríkissjúkrahúsið umgangandi. Og júst hetta var eisini mín áheitan á bæði samgongu og andstøðu – at tey tóku málið upp til viðgerðar skjótast gjørligt, so henda mamma kundi fáa ta viðgerð, ið var neyðug.

Nú spennir Karstin Hansen selarnar og vísir á, at nýtt sjúkrahús skal byggjast. Trupulleikin er, at Karstin Hansen gloymir at eingin peningur er til læknar. Hví fáa við ikki heldur núverandi sjúkrahús at virka? Vit hava øll hoyrt um gigtalæknan, sum manglar, og vit hava eisini hoyrt um heilar hæddir á Landssjúkrahúsinum, sum verða stongdar vegna summarfrí. Hetta og mangt annað má broytast umgangandi.

Um eg verði valdur, verður hetta eitt mál, sum eg fari at fylgja væl upp. Eingin skal fella uttanfyri líkasælar pakkaloysnir!

Set tín kross við meg á lista D hjá Nýtt Sjálvstýri, so verður broyting á hesum økinum.

 

Sofus Hansen
Valevni hjá Nytt Sjálvstýri