John av Reyni
Um meg sjálvan
Føddur: 27.04.88

Yrki: Í læru til søluatstøðing við sergrein.

Fá samband við meg
Adressa: Hamarsgøta 32

Bygd: 100 Tórshavn

Teldupostadressa: tnt@kallnet.fo

Fartelefon: +298 239957

Facebooklinkurin er: www.facebook.com/john.avreyni


Heimasíðulinkurin er: www.johnavreyni.com
Eg ynski at virka fyri
Einum fjølbroytum samfelag, har virka verður fyri heildini við fokus á frælsi og javnrættin hjá tí einstaka.

Vit eru øll fjølbroyt menniskju og ynski eg at vit byggja okkara samfelag upp eftir grundarsteinunum ið er frælsi, javnrættur og samhaldsfesti.

á hendan hátt fáa vit tað góða og rættvísa samfelag í rúmar øllum á jøvnum føtum.

Heilsuvandamikli fløskuhálsurin í 30 ár

Í Føroyum er alt so gott. Her er pláss fyri tí einstaka, og her er altíð pláss fyri einum túnatosi um tað skuldi verið. Ella er tað kanska ov nógv av túnatosi

Ímeðan vit bíða eftir skúlanum við Marknagil, hava mong ung sína gerandisgongd runt á ymsu skúlunum í Føroyum, við lærdómi fyri eyga.

Í Hoydølum er Føroya studentaskúli og HF-skeið. Í teimum trongu og yvirfyltu smáu stovunum sita gott og væl 800 næmingar og ogna sær góða vitan og eginleikar.

Tað er her, tey hava sína gerandisgongd, og arbeiða fyri sína miðnámsútbúgving á ávikavist 3 og 2 ár. Tey fáa lærdómsins lykil til hægri og vinnugevandi útbúgving.

Hesar útbúgvingar eru tær, ið skulu ríka, menna og bera okkara samfelag í framtíðini.

Kortini eru viðurskiftini vánalig í Hoydølum. Har er beinleiðis heilsuskaðiligt, ið ber við sær hosta, andaneyð og húðtrupulleikar. Ferðsluræðslan, ið ger um seg er ikki borðbar og fólk eru í veruligum vanda -, helst um minsti eldsbruni skuldi staðist, so fara hesi fólk oman í dalin at ogna sær lærdóm.

Vónin er tó har, tí vit bíða jú eftir skúlanum við Marknagil, ella bíða vit til fánýtis?

Úti í Smiðjugerð er enn ein skúli. Hettar er Tekniski skúlin, ið betrar okkara samfelag við góðum og vælútbúnum handverkarum, hárskerum, sniðgevum og ymsu linjunum. Hesi fólkini gera sítt fyri, at vit kunnu byggja og reka okkara samfelag. Hetta gera tey, hóast plásstrot, vánaligar umstøður og ikki minst, at skúlin hevur verið ein fyribilsloysn í mong ár.

Tó er vónin har, tí vit bíða jú enn eftir skúlanum við Marknagil.

Beint við sjálvan byggistaðin av nýggja skúlanum við Marknagil liggur Handilsskúlin.

Eins og áðurnevndu skúlarnir hava vit eisini har ein stóran bólk av hugagóðum fólkum, ið hava sína gerandisgongd her fyri at ogna sær lærdóm, ið skal styrkja um tað vinnuliga kervið í føroyska samfelagnum.

Hóast vánaligar umstøður og plásstrot, so er vónin har.

Tí skúlin við Marknagil kemur, ella?

Er tað veruliga soleiðis, at okkara tilfeingi, ið skal mynda, skapa og bera okkara samfelag í framtíðini, skal vera í soppavaksnum, heilsuvandamiklum fløskuhálsum, har ein ikki fær vent sær av berum fyribilsloysnum.

Um vit veruliga vilja hava okkara borgarar at trívast og mennast, mugu vit taka okkum um reiggj og geva teimum góðar og skapandi umstøður. Hetta er gongdin til góða samfelagið.

Vit eru øll varug við, at nógvir manglar eru á ymsu skúlunum í okkara samfelag, og ynskja vit sjálvsagt, at allir skúlar og næmingar fáa góðar umstøður at mennast í. Tó er tað undrunarvert, at landsstýrismaðurin við mentamálum velur at útseta skúlan við Marknagil, ístaðin fyri at fáa gongd í sum skjótast.

Aftrat hesum, er tað undrunarvert, at ímeðan annað verður útsett, so tykist tað ikki at vera nakar trupulleiki at finna pening til útbygging av øðrum skúlum og áhugamálum, sum t.d 32 milliónir til Tekniska skúla í Klaksvík. Tí vilja vit gera vart við, at tit, sum varða av okkara samfelag, taka á tykkum ta ábyrgd, ið tit hava fingið frá føroyska fólkinum og halda orð!

1800 næmingar vilja ikki bíða meira eftir skúlanum við Marknagil, ið tykist at vera blivin ein einkisvisjón.

1800 næmingar vilja ikki hoyra meira leysatos, túnatos og undanførslur.

1800 næmingar vilja ikki vera í HEILSUVANDA, FERÐSLURÆÐSLU, stappað í ein FLØSKUHÁLS og vera ein FYRIBILSLOYSN.

1800 næmingar krevja sostatt at politiska valdið heldur orð, at skúlin við Marknagil verður uppraðfestur, og at spakin verður settur í jørðina umgangandi.

John av Reyni, formaður

Sosialistisk Ung