HEILSUSTØÐAN HJÁ ANNE GRAHAM LOTZ - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!

2018-12-11 03:36

Kristiliga Tíðindatænasta v/pjd - gjaranes@gmail.com - tlf: +298 228314

Skrivað: poul jóhan djurhuus - 06.12.2018


Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr 77 á R7.fo

_________________________________________________________________________________________

HEILSUSTØÐAN HJÁ ANNE GRAHAM LOTZ

- ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!

Í Kristiligu Tíðindasendingini fyri hálvum triðja mánaða síðani, mikudagin 12. september, høvdu vit eitt tíðindainnslag um heilsustøðuna hjá Anne Graham Lotz, sum 17. august fekk staðfest bróstkreft. Ein mánaða seinni, 18. september, varð hon skurðviðgjørd, og alt sá so lovandi gott út.

Um mánaðarskiftið september-oktober fekk hon at vita frá læknanum, at kreftin hevur spreitt seg, og at spor eru at síggja í lymforknútunum. Hetta merkir, at talan verður um eina nógv meiri umfatandi viðgerð, sum kemur at taka meginpartin av einum ári.

Anne Graham Lotz er ein av heimsins best kendu evangelistum og rithøvundum, og tí eru tað fólk um allan heim, eisini í Føroyum, sum eru áhugaði at fylgja við og biðja fyri heilsustøðuni hjá Anne Graham Lotz. Anne er dóttur heimskenda evangelistin Billy Graham, sum andaðist fyrr í ár.

Fyri tveimum vikum síðani skrivaði bróður hennara, Franklin Graham, sum eisini er kendur í Føroyum, í tíðindaskrivi: “Sjúkan hjá systir míni er komin inn í álvarsamar komplikatiónir. Kemoviðgerðin hevur víðgangandi hjáárin, og tí er tað ivasamt, um viðgerðin kann halda fram.”

Sjálv sigur hon í einum tíðindaskrivi: “At ferð mín ígjøgnum skuggadalin gjørdist longri enn væntað, men eg havi framvegis álit á Hirðanum, at hann fylgist við mær allan vegin inntil hann sær, at eg eri komin trygt ígjøgnum!”

Anne Graham Lotz er nógv umbiðin sum talari og fyrilestrarhaldari um allan heim, og kalendarin fyri 2019 er fullsettur, men, sum Anne sjálv sigur, at nú er hon noydd at avlýsa allar avtalur fyri komandi ár.

Kristiliga Tíðindatænastan ynskir Anne Graham Lotz alt gott framyvir, og heitir á Føroya fólk at biðja fyri henni!!!



Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr 77 á R7.fo