Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heilsumálaráðið lýgur

2020-07-10 12:21

9. juli 2020 hevur Heilsumálaráðið lagt út eitt tíðindaskriv við eini yvirskift, sum ber ósannindi:

“Ókeypis kanningarskipan heldur fram”

Lygnin verður endurtikin tríggjar ferðir:

“Kanningarskipanin er ókeypis...”

“Í fyrstu atløgu vóru kanningarnar ókeypis til og við 10. juli.”

“Nú verður ókeypis kanningarskipanin longd til at fevna um allan juli-mánað.”

Fleiri miðlar hava endurtikið lygnina sama dag – eisini kringvarpið á heimasíðu síni í gjár kl. 18.56.

Í einum landi við rættartrygd hevði tað verið eitt álvarsmál, um eitt stjórnarráð bar tjóðini ósannindi á almennum pøllum.

So tykist ikki at vera í Føroyum í 2020.

Tí sannleikin er, at nevndu kanningar eru ikki ókeypis.

Tvørturímóti kosta tær føroysku skattaborgarunum fleiri milliónir – eisini um tað er ein sannroynd, at fleiri av teimum kannaðu ikki gjalda skatt í Føroyum.

Tað er eisini ein sannroynd, at ein løgtingsmeiriluti hevur lóggivið peningin, sum goldin verður fyri hesar kanningar, niður í lumman á tveimum privatum fyritøkum.

Fyri felagsskapin er henda samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin ein vanlukka.

Fyrst hevur hon ókeypis lutað út øll fiskivinnurættindi til nakrar fáar føroyskar fyritøkur. Í fleiri teirra fáa útlendskir bakmenn bróðurpartin.

Nú hevur hon givið tveimum privatfyritøkum okkara spýtt, slím ella snor - at ríka seg upp av.

Fyri miðlarnar átti hetta at verið eitt álvarsmál.

Árni Dahl