Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Heilsufrøðiliga Starvsstovan langar út eftur hundaeigarum - enn einaferð

2020-06-18 06:43

Kunngerð hóttir okkum, sum berjast fyri at føroya fólk skulu kunna liva sum hundafamiljur, sum øll nútíðar samfeløg gera.

Hagtølini søgdu fyri nógvum árum síðani, at vit í sama mun sum í Danmark og onnur norðanland hava hund. Tvs. uml. 40 % av øllum íbúgvum hava hund. Ikki øll ferðast við hundi, men tað er ein lætti at mann kann.

Ongastaðni í kunngerðini síggji eg tekin um, at fakkunnleikin er tikin við uppá ráð. Sum altíð er reglugerð bara gjørd, og vit hava onki krav uppá frágreiðing ella mett verður at bara vit vita, at tað eru orsøkir til avgerðirnar, so mann tað vera nóg mikið. Tað sýnist púra tilvildarligt avgjørt av fólkið, sum lítlan og ongan kunnleika hava til hundar, hundahald ella til hundafólk í landinum.

Átti HFS ikki verið ein stovnur, sum skuldi hjálpt fólki, sum liva í einum framkomnum samfelag sum vit gera? Hjálpt heldur enn at gjørt tað trupult at hava húsdjór.

Eisini í Føroyum er hundurin ein nattúrligur partur av familjuni. Hetta hevur hundurin verið líka leingi vit vita um, at menniskja hevur verið “moderna”. Tey skaptu hundin og menniskju hava alsamt alt hundin til at passa og nøkta til okkara tørv. Hundur er ikki uppstaðin í nattúruni, men er útviklaður av og saman við menniskjum.

Tað skal ikki vera loyvt….. Tað skal bannast at innflyta hundar, sum eru sterkir, fimir og skjótir. Altso allir sunnir vælbygdir hundar?

Mann skal ikki hava møguleika taka hundin við sær av landinum. Tvs. skilagóð hundaaling, ítrottur o.a. ber ikki longur til?

Eg øtist, eri ill og so troytt av mótviljanum, sum vit hava fingið frá HFS líka síðan eg byrjaði at arbeiða til frama fyri skilagóðari hundaaling herheima. Hvussu nógv fólk hava valt ikki at flyta til Føroya, tí at tað er so trupult at hava og ferðast við hundi hiðani? Hvussu nógvir Føroyingar í útlegd velja Føroyar frá sum ferðamál, tí at tey ikki kunnu hava hund sín við? Tað eru fólk í Føroyum, sum royna undir verandi torføru treytum at ala sunnir og vælfungerandi hundar av ymiskum rasum, sum egna seg væl familiuhundar.

Tað má ikki henda at hendan kunngerðin kemur í gildi! Tað fer at gera tað ógjørlilgt at hava eitt gott grundlag fyri sunnari hundaaling í Føroyum. Vit hundaeigarar vilja meira enn nakar annar verja stovnin ímóti hundasjúkum og parasittum og at hetta kemur til landið, og tí gera vit alt vit eru ment við koppsetingum og viðgerðum ímóti hesum, tá ið vit skullu út og til landið við hundi.

Viðgerðin er so umfatandi, at onnur lond øtast og skilja ikki hesa ovurviðgerð, ið sum er fer fram. Hetta ber nemmliga til við hundum og kettum - í mótsetningi til at tað, sum hvørja einastu viku kemur til landi av plantum og mold - heilt uttan nakra forðing. Tað eru sniglar o.t. sum bera parasittur við sær - ikki vælviðgjørdir hundar. Flytifuglur ber eisini parasittur við sær - bæði invortis og útvortis. Tað fáa vit ikki gjørt nakað við. Og tað skulu vit heldur ikki.

Hundaheilsa er ikki bert at vera fríur fyri parasittum og sjúkum, men í alstóran mun at hava góða sálarheilsu. Tað krevur, at alarar kunnu fara at para sínar tíkar og skaffa sunn gen til hundastandin í Føroyum.

Vit eru ØLL áhugaði í, at hundarnir eru sunnir og góðir í sær. Tað er ikki bara at lata hundar para hvatsumhelst. Soleiðis sum tað hevur verið í nógv nógv ár. Seinastu árinini hevur tað verið møguligt at skaffa sær ein rasuhund, sum passar til tín tørv og til tín møguleika fyri at aktivera hundin.Tað vísur seg eisini heilt greitt, at fólk ansa betur eftur einum rasuhundi, har tey hava hugsað seg væl um áðrenn keypi. Sjálvandi burdu øll ansa hundi sínum líka væl uttan mun til, hvaðni tey hava hann frá, og um hann er rasu- ella blandingshundur. Men soleiðis eru fólk!

Heldur burdi HFS gjørt kunngerð sum loyvir innflutningi av hvølpum 8 vikur gamlir. So ungir eru teir vardir av immunverjuni hjá mammuni og hava veri nógv minni útsettir fyri smittukeldum enn ein nakrir mánaðir eldri hvølpur. Krøv til at hvølparnir skulu hava fci ættartalvu og hava sín uppruna í nærmastu londum hevði tryggja at teir ikki koma frá sokallaðum hvølpafabrikkum ella ólóliga innfluttir í Danmark.

Hjálp okkum at gera tað betur heldur enn at seta okkum forðingar.

Fríða Matras Brekku